2019-06-24 14:24
Rafael Benitez gevst sum venjari í Premier League felagnum Newcastle, tá núverandi sáttmáli hansara gongur út tann 30. juni.
59 ára gamli Benitez og eigarin av Newcastle, Mike Ashley, hava seinastu mánaðirnar roynt at finna fram til semju um nýggjan sáttmála, men hetta hevur ikki eydnast. Felagið boðaði tí í dag frá, at Rafael Benitez gevst í felagnum.
Fyrrverandi Liverpool, Chelsea og Real Madrid venjarin gjørdist venjari hjá Newcastle í mars 2016. Tað eydnaðist ikki at bjarga felagnum frá niðurflyting tað árið, men felagið flutt upp aftur í Premier League longu árið eftir. Síðani tá er liðið enda nummar 10 og 13 í Premier League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald