B68 hevði júst Skála á vitjan fyri landsliðssteðgin og síðani EB/Streym nú eftir landsliðssteðgin. Hesir vórðu mettir at vera bestu møguleikarnir hjá toftamonnum at yvirhála Skála í endaspurtinum.
Liðið hjá Paula Poulsen fekk tó eitt stig á Svangaskarði - og eisini móti NSÍ sunnudagin. Móti EB/Streymi var B68 ikki nær við at vinna, hóast tað var 1-2 rímiliga leingi. EB/Streymur var greitt betra liðið, og dysturin prógvaði aftur trupulleikarnar, sum B68 hevur havt við at vinna í ár.
Í fjør var tað líknandi í Betrideildini, men tá fekk liðið hjá Jákupi á Borg væl fleiri javnleikir og vann nakrar lykladystir. Í ár hevur B68 bert vunnið á ÍF (tvær ferðir), sum er nakað undir sær, og á heimavølli móti EB/Streymi (í juni) og á 07 Vestur (í august).
Seinasti dystur hjá Jákupi á Borg sum B68-venjari kann enda við niðurflyting - hann hevur eisini venjarabann til dystin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Samanlagt hevur B68 spælt 53 landskappingardystir í 2023 og 2024. Talið av sigrum er 8, sum merkir, at liðið í miðal næstan bert hevur vunnið sjeynda hvønn landskappingardyst síðani í mars 2023.
Undan seinasta umfari leygardagin er setningurin púra greiður: B68 skal vinna á útivølli móti NSÍ fyri at nakar møguleiki skal vera fyri at enda á áttanda plássinum.
Lagnudysturin verður við Løkin
Tað í sær sjálvum verður tungt. B68 hevur bert ein útisigur í 2024, Jákup á Borg hevur venjarabann vegna ov nógv gul kort, og hjá teimum í gulum og svørtum mann svongdin eftir at vinna vera stór.
Ikki tí; NSÍ hevur einki ítøkiligt at spæla fyri. Uppflytararnir tryggjaðu sær endaliga 4. plássi á Skála sunnudagin og bíða nú eftir útfallinum av steypafinaluni: Vinnur HB so skal NSÍ spæla í Conference League. Vinnur B36, so tekur B36 plássið.
Glaðir B68-dagar í oktober 2022 - nú kann tað ver "takk fyri seinast" (Savnsmyndir: Sverri Egholm)
Tað var í oktber 2022, at B68 sendi NSÍ niður við Løkin. Tá var Jákup á Borg komin inn mitt í kappingarárinum, og eitt spenandi B68-lið tók stór fet, sum kappingarárið leið. NSÍ hevði sítt ringasta kappingarár í øldini og fór niður eftir 3-2 tapið. Tofta- og Nesfólk dansaðu sigursdans, og fýrverk varð sent hendan góðveðursdag í Runavík.
Nú er vent í holuni, og hjá NSÍ kann tað vera eitt taka til seinast til grannarnar.
Um B68 ikki vinnur, so heldur Skála sær uppi. Teir appelsinlittu fara sjálvandi at royna at avgerða tað sjálvir, men tað er søguliga trupult hjá liðnum at spæla í Gundadali. Liðið verður eisini uttan leikbannaða liðskiparin og verjugeneralin Jákup Jakobsen og helst eisini Nicholai Dohn, sum fór út við skaða móti NSÍ.
Skála skal standa seg uttan Jákup Jakobsen í Havn (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Allir dystirnir í morgin byrja klokkan 14
Tøl: FaroeSoccer
Betrideildin, 27. og seinasta umfar
Í morgin, leygardagin 26.10
B36 - Skála
NSÍ - B68
Víkingur - 07 Vestur
ÍF - KÍ
EB/Streymur - HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald