Fótbóltur

Besta útgangsstøði nakrantíð

Eftir 4-0 sigurin hjá HB í Gundadali í gjár er greitt, at einki føroyskt felag á pappírinum hevur havt so stóran fyrimun undan seinna dystinum í evropeiskari kapping. KÍ hevur tó einaferð áður eisini vunnið við fýra málum í fyrra dystinum - her er eitt yvirlit yvir nakrar av størstu føroysku sigrunum.

HB-leikarar fegnast eftir fjórða málið, ið Daniel Johansen skoraði við brotssparki. Tað ger tað uppaftur truplari fyri mótstøðuliðið at venda uppgerðini (Mynd: Sverri Egholm)

HB-leikarar fegnast eftir fjórða málið, ið Daniel Johansen skoraði við brotssparki. Tað ger tað uppaftur truplari fyri mótstøðuliðið at venda uppgerðini (Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-23 14:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sigurin hjá HB á Buducnost Podgoricia í gjárkvøldið var størsti evropeiski sigurin í søgu felagsins. HB hevur tvær ferðir vunnið við trimum málum í evropeiskum dysti í Gundadali. Í 2004 endaði tað 3-0 móti WIT Georgia, og tíggju ár seinni vunnu teir í reyðum og svørtum 5-2 á Lincoln Red Imps úr Gibraltar. Í báðum førum var talan um Champions League-dyst og í báðum førum var tað seinni dysturin. Í 2004 rakk tað ikki til víðari luttøku, tí tað endaði 5-0 í Georgia vikuna frammanundan, men í 2014 spældi HB seg fyri fyrstu ferð víðari í altjóða kapping við samanløgdum 6-3 sigri.

Í gjár var tað suverena meistaraliðið úr Montenegro, ið varð sent heim við einum sekki. Heimaliðið fekk eitt mál beint fyri steðgin, og fyrra helmingin av 2. hálvleiki sat HB fullkomilga á dystinum og fekk trý afturat.

Sí eisini: 
Sannførandi og søguligur HB-sigur
Myndir: HB - Buducnost Podgorica

Harvið er útgangsstøði hjá HB ógvuliga gott undan seinna dystinum, ið verður í Podgoricia týskvødlið - 27. juli. So gott útgangsstøði hevur nakað føroyskt lið í roynd og veru ongantíð havt fyrr. 

[object Object]
Teitur Gestsson hevur spælt 18 evropeiskar dystr fyri HB og var við í 2014. Málverjin og liðformaðurin var eftir dystin í gjár væl greiður yvir, at einki er liðugt, hóast avrikið og úrslitið í fyrra dystinum vóru heilt góð (Mynd: Sverri Egholm)

Júst 23 ár undan dystinum í gjár, 22. juli í 1998, vann HB 2-0 á VPS Vaasa úr Finnlandi. Súni Fríði Johannesen skoraði bæði málini í UEFA Cup-dystinum á Svangaskarði. Fram til dagin í gjár, var tað besta úrslitið, HB hevur fingið í einum fyrra dysti í evropeiskari kapping. Ólavsøkudag í 1998 hvarv fyrimunurin hjá HB skjótt, tí finska liðið kom á odda 2-0 í 17. minutti í dystinum í Vaasa. Heimaliðið skoraði eisini tvær ferðir seint í dystinum og kom harvið víðari.

B36 megnaði í 2006 at vinna við trimum málum á útivølli. Hetta var føroyskt met í 13 ár. 3-0 sigurin hjá táverandi føroyameistarunum kom á Malta móti Birkirkara og harvið gav eitt frálíkt útgangspunkt - tað táverandi besta ið eitt føroyskt lið hevði havt. Í Føroyum endaði tað 2-2. Hetta var annað árið á rað, at B36, undir Sigfríði Clementsen og Magna Mohr, kom víðari í evropeiskari kapping, og harvið var havnarfelagið ein slóðbrótari - nøkur ár seinni var tað Víkingur, eisini við Sigfríði sum høvuðsvenjari, sum gjørdi hol í sjógvin við at senda lið úr Finnlandi, Noregi og Lettlandi út.

Birkirkara varð aftur sligið út av føroyskum felagi í 2018. Tá var tað KÍ, sum árið eftir tók metini frá B36, og sum Mikkjal Thomassen hevði verið við til at sett sum leikari. KÍ vann 5-1 á Tre Fiori í Gundadali í Europa League - besta útgangsstøði og tá javnsett størsti evropeiski sigurin nakrantíð. EB/Streymur vann í 2013 5-1 á Tórsvølli á Lusitanos úr Andorra. KÍ vann eisini við fýra málum í San Marino. Tað er størsti útisigur hjá føroyskum felagi, og hetta gjørdist størsti eisini samanlagdi sigurin nakrantíð (9-1)

[object Object]
Norðmaðurin Simen Sandmæl, ið skoraði og legði upp fyri KÍ, í 5-1 sigrinum á Tre Fiori í Gundadali í 2019. Í mun til Buducnost var á pappírinum talan um veikari mótsstøðu (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ javnaði í fjør metið fyri størsta føroyska sigur við 5-1 sigri á Svangaskarði móti Barry Town úr Wales. Ein mánaða og fýra dagar seinni tók KÍ metið einsamalt, tá teir í bláum og hvítum knústu Dinamo Tbilisi úr Georgia á Tórsvølli. Í fjør varð tó ikki leikt yvir tveir dystir, so tá snúði einki seg um útgangsstøði. Tað útgangsstøði, ið HB hevur nú er á pappírinum betri enn tað hjá KÍ í 2019, tí Tre Fiori fekk eitt útivallarmál, ið tá taldi eitt sindur meira.

Tað er ósannlíkt, at HB eisini vinnur við fýra málum í Podgorcia, har tað fara at vera nakað yvir 30 hitastig týsdagin. Í Montenegro eru tey skelkaði, og talan er eitt væl sterkari mótstøðulið, enn KÍ hevði í 2019. Umboðini fyri HB, ið Portalurin tosaði við í gjárkvøldið eru eisini greið yvir, at tað er av álvara ein uppgáva ið skal loysast, um greipuvinnararnir skulu spæla seg víðari til triðja umfar í UEFA Europa Conference League. HB hevur samanlagt ikki staðið seg væl í Evropa, í mun til at felagið er tað mest vinnandi í Føroyum. Einstøk avrik hava verið heilt góð gjøgnum árini - nú snýr tað seg um at gera tað yvir tveir dystir.

Sí sjónbond: 
Teitur: Tað er bara klassi at vinna 4-0
Michal: - Haldi hetta eru størstu dystirnir í árinum
Pætur: Havi vant akkurat hatta í vikuni
Schindler: Ógvuliga deiligt at hyggja at frá bonkinum

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder