Annað

Betri Vetrarkappingin í Trongisvági í morgin

Eini 40 luttakarar eru meldaðir til tiltakið í morgin, sum Rørslufelagið Hvistan er vertur fyri.

2019-03-08 20:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frælsur ítróttur í Føroyum skipar á hvørjum ári fyri einari vetrarkapping, har runnið verður ymsastaðni í Føroyum. 

Nú sjeynda kappingin skal avgreiðast, er Trongisvágur og umhvørvi við Stórá og viðarlundina karmur um tiltakið. 

Byrjað verður kl. 10.15, og verður runnið frá ítróttarhúsinum við Stórá, framvið ánni niðan til Sterling og omaneftir vegnum við Rangá, og verður hesin teinur runnin tvær ferðir. 

Rørslufelagið Hvistan í Suðuroynni er vertur fyri kappingini, og eru tað einir 40 luttakarar meldaðir til tiltakið í morgin. 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder