Annað

Billardkappingarárið verður skotið í gongd í kvøld

Tað er ár nummar 30, at Haldor Holm Cup í Klaksvík verður spæld.

2019-10-04 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld fara kúlurnar á rull aftur innan føroyska billardið, tá ársins útgáva av Haldor Holm Cup kappingini verður skotin í gongd. Kappingin verður sum altíð spæld í Klaksvík, og spælt verður fríggjakvøld og nakað út á leygardagin.

Kappingin í ár er heilt serlig, tá hetta er 30. árið at kappast verður um Haldor Holm steypið.

Kappingin er skipað soleiðis, at teir fimm leikaranir við hægst miðaltali frá farna kappingarárið, spæla seg til kappingina. Har eftir verður spælt allir móti øllum. Vinnarin, er tann ið hevur hægst miðaltal eftir at hava spælt allar sínar fýra dystir.

Teir ið hava vunnið hesa kappingina oftast, eru Kristian Suni Høgnesen og Henrik Pedersen - báðir við sjey sigrum.

Seinastu trý árini hevur Jákup Baldvinsson vunnið kappingina. Og sigast má, at hann aftur er ein lítil favorittur í ár, eftir at hann eisini var við til at vinna Føroyameistaraheitið fyri lið farna kappingarár. Hetta fyri Billardfelag Fuglafjørð.

Hinir leikararnir, ið eru við í ársins kapping, eru

Jens Kjartan Feilberg, Billardfelag Fuglafjørð. 
Dánial Pauli Joensen, Billardfelag Fuglafjørð
Kristian Suni Høgnesen, Klaksvíkar Billardfelag
Hallur Joensen, Klaksvíkar Billardfelag 

Liðkappingin byrjar eisini í næstum. Leygardagin 12. oktober byrjar kappingin fyri 2. deild og 3. deild, meðan 1. deild byrjar leygardagin 19. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder