Stórur dramatikkur var undir Formula 1 rasarakappingini í Bahrain í gjár. Haas-bilurin hjá Romain Grosjean kom í byrjanini av kappini tvørur í einum svingi, og rendi inn í bilverjuna, har bilurin hjá fraklendinginum fjaldist í einum eldhavi.
Eldur kom í forendan av bilinum hjá Grosjean, men til alla lukku eydnaðist tað fraklendinginum at sleppa úr bilinum beinanvegin.
Sjónvarpsmyndirnar vísa hvussu Grosjean stríddi seg leysan úr brennandi bilinum meðan eldsløkkingar- og bjargingarfólk, sum beinanvegin komu á staðið, royna at sløkkja.
Romain Grosjean slapp við smærri brunasárum á hondunum og fótunum, sigur Haas-liðið í eini fráboðan.
Lewis Hamilton, sum koyrir í Mercedes, og longu hevur tryggjað sær heimsmeistaraskapin í ár, vann kappkoyringina í Bahrain.
We are so thankful that Romain Grosjean was able to walk away from this. We did not need a reminder of the bravery and brilliance of our drivers, marshals, and medical teams, nor of the advances in safety in our sport, but we truly got one today#BahrainGP #F1 pic.twitter.com/z8OeTU5Nem
— Formula 1 (@F1) November 29, 2020
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald