Annað

Bjarne Jørgensen vann BankNordik Open 2020

Vann opnu golfkappingina á Glyvursnesi framman fyri Palla Henriksen og Jógvan Amonsson.

2020-07-31 09:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

BankNordik Open eitur størsta árliga golfkappingin, sum Tórshavnar Golffelag skipar fyri á golfbreytini á Glyvursnesi.

Ætlanin var at kappingin skuldi haldast síðsta vikuskifti, men orsaka av ringum veðri, varð kappingin útsett til dagin fyri ólavsøku.

Talan er um eina sokallaða Stableford-kapping, og tað vil siga, at spælt verður við handikappi. Tað vil siga, at tað ikki endiliga er tann spælarin, sum brúkar fægst sløg, sum vinnur, men tann spælarin, sum klárar seg best í mun til sína egnu styrkimeting, handikapp.

Vinnari av kappingini gjørdist Bjarne Jørgensen við 41 stablefordstigum. Hann vann framman fyri Palla Henriksen og Jógvani Amonsson, sum báðir fingu 36 stablefordstig. Palli hevur lægri handikapp, og gjørdist tí nummar tvey í kappingini.

Bjarne Jørgensen fekk eisini premiu fyri at vera tann, sum stóð seg best eftir 9 hol, tá kappingin var hálvrunnin.

Virðisløn varð eisini latin spælaranum, sum brúkti fægst sløg í kappingini. Tríggir spælarar endaðu við at brúka 90 sløg upp á tey 18 holini, Jens Guttesen, Óskar Eiríksson og Palli Henriksen.

Palli Henriksen varð kosin vinnari av hesi kappingini, tí hann hevur hægsta handicapp av hesum trimum spælarunum. 

Eisini var ein liðkapping. Hana vunnu Bjarne Jørgensen og Kaj Anthoniussen.

placeholder
placeholder