Annað

Bjørk leika um gull, Bjarni tapti bronsudystin

Hetta vikuskifti er Final4 - hálvfinalur og finalur - í donskum flogbólti við føroyskari lutttøku, sum vanligt.

Bjørk Nolsøe Isaksen og ASV leiktu í gjár teirra hálvfinalu ímóti Brøndby, har tey vunnu greitt 3-0.

Bjørk Nolsøe Isaksen og ASV leiktu í gjár teirra hálvfinalu ímóti Brøndby, har tey vunnu greitt 3-0.

2024-02-04 13:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rættuliga nógvir føroyskir flogbóltsleikarar leika til dagligt í bestu og næstbestu deildunum í donskum flogbólti.

Í gjár leiktu Bjarni Joensen og Ikast KFUM teirra hálvfinalu ímóti Nordenskov UIF. Ikast KFUM taptu 3-1 í einum dysti, har 1. og 2. sett vóru rættuliga jøvn. Ikast vann 2. sett, men í 3. og 4. settið vann Nordenskov sannførandi

Í dag leiktu Bjarni og Ikast bronsudyst ímóti Gentofte, sum eisini taptu teirra hálvfinalu í gjár. Heldur ikki í dag gekk eftir vild hjá Bjarna og liði hansara, sum tapti dystin 3-1.

Sera unga Ikast liðið, sum Bjarni Joensen er ein av berandi kreftunum á, tykist tó at vera komið fyri seg. Í byrjanini av landskappingini gekk ikki væl, men liðið kempar nú hóast alt fyri at verða partur av endaspælinum og leikti seg eisini í Final 4 í steypakappingini.

Bjørk Nolsøe Isaksen og ASV leiktu í gjár teirra hálvfinalu ímóti Brøndby. Bjørk og ASV vunnu greitt 3-0. Harvið skulu tær kl. 16.30 føroyska tíð leika finaluna ímóti Holte IF, sum vann Final 4 í fjør.

Talan verður um spennandi dyst, millum nr. 1 og nr. 2 í donsku elitudeildini í flogbólti. Í løtuni eru Bjørk og ASV nr. 1, ímeðan Holte IF eru nr. 2.

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder