Bláa Bylgjan skipar fyri upphiting í kvøld

Í Klaksvík verður gjørt klárt til Champions League, og frá kl. 17.30 verða andlitsmáling, grilling og annað á skránni í og uttanfyri Húsmøðrafelagið beint við vøllin.

Bláa Bylgjan fer at royna at fáa sterkt KÍ-huglag í áðrenn dystin og undir dystinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bláa Bylgjan fer at royna at fáa sterkt KÍ-huglag í áðrenn dystin og undir dystinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-11 11:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 19.45 er stór uppgáva á skránni hjá KÍ við Djúpumýrar. Ungarsku meistararnir vitja, og er Ferencvárosi stórfavorittur samanlagt.

KÍ fer tó at royna at gera alt fyri knógva gestunum í kvøld, og ein fyrimunur er heimavøllurin. Hetta er nakað, ið bæði liðskipari og høvuðsvenjari vístu á í gjár.

Sí eisini: 
Jákup Biskopstø Andreasen: - Vit skulu nokk vera sterkir í morgin
Magne Hoseth: -Trúgvi at vit kunnu loypa hvøkk á teir
Myndir: Klárir til Champions League í Klaksvík
Ferencvárosi skal í gongd aftur

Tað eru pláss eftir aftanfyri eystara málið men upptikið í nýggja skýlinum og í so at siga øllum gamla skýlinum. Nøkur pláss eru eftir, um ein vil sita saman við Bláu Bylgju. Fjepparafelagið hjá KÍ verður staðsett tættast við Atlantis undir dystinum og fer helst at larma væl undir dystinum. Undan dystinum skipar Bláa Bylgja fyri upphiting 

- Á skránni verður m.a. andlitismáling, søla av fjepparaútgerð, børn kunnu mála fløgg o.a. Eisini verður grilling og bóltsspøl, har møguleiki er at vinna eina KÍ-blusu við undirskriftum frá øllum leikarunum. Á økinum uttanfyri verður eisini eitt telt sett upp, har ymiskt drekkandi verður at fáa.

Soleiðis skrivar Norðlýsið um upphitingina, sum byrjar klokkan 17.30. Ætlanin er fáa gott huglag áðrenn dystin - fyri eldri og yngri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder