Kappróður

Blikur vann í seinastu tøkunum

5 mannafør gentur: 1. Blikur (05.16.40), 2. Drekin (05.16.44), 3. Frúgvin (05.20.44).

2019-06-22 15:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Spenningurin var stórur og munurin millum teir báðar fremstu bátarnar næstan eingin í róðrinum hjá 5 mannaførum gentum á Jóanssøku.

Kappingin var millum Blik av Argjum og Drekan hjá Havnar Róðrarfelag. Hesir bátarnir fylgdust nærum allan vegin út eftir fjørðinum stavn um stavn.

Men í allar seinastu tøkunum fór Blikur framum, og vann róðurin.

Blikur hevur vunnið allar róðrarnar í ár.

5 mannafør gentur:
1. Blikur (05.16.40)
2. Drekin (05.16.44)
3. Frúgvin (05.20.44)
4. Rókurin
5. Fenja
6. Kollur
7. Firvaldur
8. Sílið
9. Báran
10. Ørnin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder