Annað

Bogaskjóting: Fleiri kappingar um vikuskiftið

Leygardagin kappaðust tey ungu í Runavík og í Miðvági, og sunnudagin kappaðust tey vaksnu í Havn – Hetta var fyrstu ferð í longri tíð, at compound skjúttar vóru millum tey ungu.

Mynd: Bogaskjótisamband Føroya

Mynd: Bogaskjótisamband Føroya

2020-11-16 07:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið skipaði Bogaskjótisamband Føroya fyri fleiri kappingum.

Leygardagin 14. november var kapping á 12 metra frástøðu fyri børn og ung.

Hendan kappingin varð býtt sundur, so compound skjúttarnir kappaðust í felagshølinum hjá Ørvi í Runavík, og recurve skjúttarnir kappaðust í felagshølinum hjá Vágaskot í Miðvági. Hetta var fyrstu ferð í longri tíð, at compound skjúttar aftur vóru at síggja millum tey ungu.

Tilsamans luttóku seks skjúttar – tveir compound og fýra recurve.

Úrslit

Compound:
Ísak Kristiansen (Ø) – (268 + 265) = 533
Jan Tórur Joensen (Ø) – (215 + 198) = 413

Gullfinala
Ísak – Jan Tórur : 123 – 92

[object Object]

Recurve:
Hanna Ellefsen (V) – (230 + 220) = 450
Lea Karina H. Haraldsen (V) – (121 + 146) = 267
Gunnar Lukas Jóhansson (V) – (126 + 113) = 239
Johan A. Tegeder (V) – (71 + 134) = 205

½ finala
Hanna – Johan : 6 – 2
Lea Karina – Gunnar Lukas : 6 – 0

Bronsufinala
Gunnar Lukas – Johan : 4 – 2

Gullfinala
Hanna – Lea Karina : 6 – 0

[object Object]

Sunnudagin 15. november var kapping fyri vaksin á 18 metra frástøðu. Hendan kappingin bleiv skotin í hølinum hjá Tambar í Havn.

12 skjúttar møttu upp – fýra compound og átta recurve. 

Úrslit

Compound:
Jóannes Poulsen (Ø) – (288 + 292) = 580
Nikkel Petersen (Ø) – (287 + 291) = 578
Kaj Johannesen (Ø) – (290 + 284) = 574
Albert Dam (Ø) – (281 + 284) = 565

½ finala
Jóannes – Albert : 143 – 140
Nikkel – Kaj : 146 - 145

Bronsufinala
Kaj – Albert : 143 - 140

Gullfinala
Jóannes – Nikkel : 144 – 141

[object Object]

Recurve Kvinnur:
Tóra Dinna Reynskor (V) – (232 + 234) = 466
Jastrid M. Jensen (V) – (206 + 239) = 445
Rebekka L. Olsen (T) – (219 + 219) = 438
Pernille Krogh (V) – (193 + 184) = 377

½ finala
Tóra Dinna – Pernille : 7 – 1
Jastrid – Rebekka : 4 – 6

Bronsufinala
Jastrid – Pernille : 6 – 0

Gullfinala
Tóra Dinna – Rebekka : 6 – 2

[object Object]

Recurve Menn:
Jákup Drayton (Ø) – (242 + 244) = 486
Høgni á Plógv (V) – (245 + 233) = 478
Sigfríður Lützen (T) – (248 + 203) = 451
Baldur U. Árting (T) – (161 + 204) = 365

½ finala:
Jákup – Baldur : 6 – 0
Høgni – Sigfríður : 6 – 0

Bronsufinala:
Sigfríður – Baldur : 6 – 0

Gullfinala:
Jákup – Høgni : 6 – 4

[object Object]
Næsta kappingin verður vikuskiftið 28. – 29. november í hølinum hjá Vágaskot í Miðvági.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder