Annað

Bogaskjóting: Fýra persónlig met og eitt føroyskt met sett í gjár

Níggju skjuttar vórðu møttir upp til kappingina á 18 metra frástøðu, sum Bogaskjótifelagið Ørvur skipaði fyri í Runavík.

2020-03-09 16:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bogaskjótifelagið Ørvur skipaði um vikuskiftið fyri kapping í Runavík. Tá kapping á 18 metra frástøðu var í gjár, vórðu heili fýra persónlig met og eitt føroyskt met sett.

Níggju skjúttar luttóku í kappingini – tvey compound og sjey recurve.

Úrslitini gjørdust hesi:

Compound

Jóannes Poulsen (Ø) 589 (persónligt / føroyskt met)
Nikkel Petersen (Ø) 565
Gullfinala:
Jóannes – Nikkel : 145 – 142

[object Object]

Recurve

Oddmar Nielsen (Ø) 560 (persónligt met)
Eggaba Andreasen (V) 526
Tóra Dinna Reynskor (V) 503 (persónligt met)
Jógvan Petersen (Ø) 498
Bárður Magnusson (V) 465 (persónligt met)
Hans Bogi Ellefsen (V) 437
Benjamin Isaksen (Ø) 360
¼ finala:
Bárður – Jógvan : 4 – 6
Benjamin – Eggaba : 4 – 6
Tóra Dinna – Hans Bogi : 7 – 1
½ finala:
Oddmar – Jógvan : 6 – 0
Tóra Dinna – Eggaba : 5 – 5 ( Shoot-off : 10 – 8 )
Bronsufinala:
Jógvan – Eggaba : 5 – 5 ( Shoot-off : 8 – 8 , Eggaba var nærri miðjuni)
Gullfinala:
Oddmar – Tóra Dinna : 6 – 0

[object Object]

Næsta kapping verður vikuskiftið 21. – 22. mars í hølinum hjá Tambar í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder