Annað

Bogaskjóting: Góð úrslit í Íslandi

Komu aftur úr Íslandi við tveimum gull, einum silvur og fýra bronsuheiðursmerkjum.

2020-02-18 08:39 Author image
Innsent
placeholder

Um vikuskiftið vóru átta føroyskir bogaskjúttar í Íslandi, har tey luttóku í kappingini Icelandic Indoor Championships 2020 , sum var skotin í Reykjavík. Kappingin var býtt upp í bólkarnar U16 , U18 , U21 og E50.

Luttakandi føroysku skjúttarnir úr føroyum vóru hesi:
Jóhanna F. Haraldsen, Vágaskot, U16 + U21
Ronja Rasmussen, Tambar, U16 + U21
Tóra Dinna Reynskor, Vágaskot, U18 + U21
Rebekka L. Olsen, Tambar, U21
Anny S. Poulsen, Vágaskot, U21
Baldur U. Árting, Tambar, U21
Sigfríður G. Lützen, Tambar, U21
Eggaba Andreasen, Vágaskot, E50

Leygardagin varð kappast í bólkunum U16 og U18, og var kappingin hjá skjúttinum sera jøvn. Jóhanna og Ronja skiftust um at liggja nr. 1 og 2 í bólkinum U16 gjøgnum alla kappingina. Innleiðandi umfarið endaði við, at Ronja tók fyrsta plássið.

Jóhanna gjørdi ikki mætari enn at vinna sín fyrsta finaludyst, og endaði tað við at Jóhanna og Ronja skuldu kappast um gullheiðursmerkið.

Eftir ein spennandi finaludyst gjørdist tað greitt at Ronja fór avstað við gullinum við einum 6-0 sigrið.

Hjá Tóru Dinnu í bólkinum U18, var eisini sera spennandi. Tóra Dinna og Halla Sól Torbjörnsdóttir úr Íslandi, skiftust um fyrsta plássið gjøgnum alla kappingina, og var munurin bert tvey stið tá síðstu pílarnir vóru skotnir, og endaði Tóra Dinna á øðrum plássi.

Í hálvfinaluni kappaðust Tóra Dinna og Marín Aníta Hilmarsdóttir úr Íslandi, eftir ein sera javnan dyst,sum endaði 6-2 til Marín Anítu, varð staðfest at Tóra Dinna fekk bronsu.

Sunnudagin varð kappast í bólkunum U21 og E50, og her luttóku allir føroysku skjúttarnir. Bert fýra teir bestu skjúttarnir komu víðari til finalurnar, her høvdu vit tveir skjúttar hjá U21-menn, tveir skjúttar hjá U21-kvinnur og ein skjútta í E50-menn.

Tá hálvfinalurnar vóru skotnar var greitt, at okkara U21 skjúttar skuldu skjóta um bronsuna. Tóra Dinna og Rebekka vóru javnar gjøgnum allan dystin, og endaði dysturin við at Rebekka vann bronsuna við einum 6-4 sigri.

Sigfríður og Baldur vóru eisini sera javnir gjøgnum allan dystin, og endaði dysturin við at Sigfríður vann bronsuna við einum 6-4 sigri.

E50-skjúttin Eggaba Andreasen endaði í bronsufinaluni móti Haraldi úr Íslandi, eisini hesin dysturin var sera javnur, dysturin endaði við at Eggaba vann bronsuna við einum 7-3 sigri.

Hóast ein langan dag, høvdu vit tvey lið sum skuldu kappast í gullfinalunum hjá kvinnum og monnum.

Kvinnurnar sum mannaðu liðið vóru Tóra Dinna, Rebekka og Ronja. Kvinnuliðini hjá Føroyum og Íslandi vóru jøvn, men megnaðu føroysku kvinnurnar at vinna dystin 6-2, og vunnu harvið gullheiðursmerki.

Mennirnir sum mannaðu føroyska liði vóru, Sigfríður, Baldur og Eggaba. Íslenska liðið hjá monnunum vísti frá byrjan av at teir vóru sera sterkir, og endaði tað við at teir vunnu dystin og gullið við einum 6-0 sigri á Føroyum.

Alt í alt vunni føroysku skjúttarnir sjey heiðursmerki: Tvey úr gull, eitt úr silvuri og fýra úr bronsu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder