Annað

Bogaskjóting: Systkinabørn í hólmgongu

Narvi Jensen vann sítt fyrsta gullheiðursmerki í vetur í einari tættari og spennandi compound-finalu á 15 metrum, og uppaftur størri spenningur var hjá recurve-kvinnunum, tá systkinabørnini Tóra Dinna Reynskor og Marianna Reynskor brustu saman í finaluni, sum endaði javnt og tí mátti avgerast við shoot-off.

2024-02-13 07:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bogaskjótikapping hevur verið í Havn hetta vikuskiftið, har Tambar vóru vertir í skjótihøllini á Tórshavnar Skipasmiðju.

Leygardagin skutu yngru skjúttarnir úr 15 metrum, men av ymiskum orsøkum var luttøkan í lakari lagi hesa ferð og bara úr eysturoyarfelagnum Ørvi. Marta B. Poulsen við barboga (barebow) var einsamøll genta, og hjá dreingjunum høvdu bara compound-skjúttar teknað seg til kappingina.

Hjá compound-dreingjunum bleiv tað tó, sum so ofta, ein spennandi kapping.
Dávid Højgaard tryggjaði sær annað finaluplássið við at vinna innleiðandi kappingina framman fyri Narva Jensen og Jónas B. Poulsen. Narvi vann hálvfinaluna ímóti Jónas, og hann endaði eisini við at basa Dávidi í einari spennandi og javnari finalu, sum endaði 134-133. Narvi vann tískil sítt fursta gullheiðursmerki í vetur.
Shoot-off finala

Sunnudagin áttu tey vaksnu tørn at skjóta úr 18 metrum, og her var tann størsti spenningurin í recurve-kappingini hjá kvinnum, har seks kvinnur høvdu teknað seg og fimm møttu upp. Fyri fyrstu ferð í vetur var Marianna Reynskor úr Vágaskoti við í kappingini, og fyri aðru ferð var Rebekka L. Olsen, Tambar, við – fyrru ferð var í kappingini í Havn 10. desember, tá hon vann gull. Viðmerkjast skal, at Tóra Dinna Reynskor úr Vágaskoti, sum er mest vinnandi recurve-skjúttin hjá kvinnum í vetur, ikki tók lut í kappingini 10. desember.

Spenningur var tískil longu undan kappingini, og hann gjørdist ikki minni, tá tað galt sunnudagin.

Marianna Reynskor vann innleiðandi kappingina framman fyri Tóru Dinnu, beint í hølunum á henni var Rebekka, og síðan Lea Karina Haraldsen, Vágaskot, og Pernille Krogh, Vágaskot.

Lea Karina og Pernille skuldu so kappast um, hvør av teimum fekk pláss í hálvfinaluni ímóti Mariannu, og tann dystin vann Lea Karina 6 – 2. Í hálvfinaluni mátti hon tó lúta fyri Mariannu, sum vann 7 – 1. Hina hálvfinaluna vann Tóra Dinna 6 – 0 á Rebekku.

Systkinabørnini Marianna og Tóra Dinna skuldu sostatt kappast í finaluni, og tað bleiv spenningur við lít. Regluligi dysturin endaði 5 – 5, og so mátti vinnarin finnast við shoot-off. Í shoot-off skjóta duellantarnir ein píl í part, og tann, sum er nærmast miðjuni á skjótiskivunu – ella “andlitinum”, sum bogaskjúttar kalla skivurnar – hevur vunnið.

Tað bleiv Tóra Dinna, sum var neyvari og rakti 9’aran, meðan Marianna rakti 8’aran, og vann silvur. Rebekka vann bronsudystin ímóti Leu Karinu 7 – 1.

Hans Petur fekk kapping
Eisini hjá monnunum bleiv recurve-kappingin spennandi, tá Michael Feldballe, Tambar, gav Hans Peturi Højgaard úr Ørvi, sum hevur vunnið allar sínar kappingar í vetur, ein skarpan gang í finaluni. Hans Petur vann tó 6 – 4.

Áðrenn tað hevði Hans Petur fyrst vunnið innleiðandi kappingina framman fyri Michael, Per Símunarson úr Ørvi og Hannis Reinert á Plógv úr Vágaskoti og síðan hálvfinaluna ímóti Hannisi Reinert á Plógv 6 – 0. Hina hálvfinaluna vann Michael 6 – 2 ímóti Peri.

Bronsudysturin ímillum Hannis og Per var eisini spennandi og endaði 6 – 4 til Hannis.

Rakul vann aftur
Allar compound-kappingarnar hjá kvinnum í innandura kappingunum í vetur hava verið hólmgongur ímillum tær báðar Helenu við Misá, Ørvur, og Rakul Dam, Tambar. Soleiðis var eisini í Havn sunnudagin, og gongdin var júst tann sama, sum hon var í hinum báðum kappingunum, sum hava verið eftir nýggjár, nevniliga at Helena vann innleiðandi kappingina men Rakul finaluna og gullheiðursmerkið. Hesa ferð vann Rakul 131 – 127 í finaluni, og nú hevur hon vunnið tilsamans fimm kappingar í vetur og Helena tvær.

Spennandi hálvfinala
Nikkel Petersen úr Ørvi hevur brotið sær bogan, og hevði tí meldað avboð til compound-kappingina hjá monnum í Havn um vikuskiftið. Eftir vóru teir tríggir Jóannes Poulsen, Ørvur, og Jógvan Niclasen, Tambar, og Sámuel Petersen, Ørvur.
Innleiðandi kappingina vann Jóannes trygt, og Sámuel bleiv nummar tvey, 20 stig framman fyri Jógvan. Í dystinum hjá teimum báðum um at sleppa í finaluna ímóti Jóannesi, kom tó vend í, og tá avtornaði vann Jógvan tepurt 143 - 141. Jóannes vann tó finaluna 147 – 141.

Úrslitini í kappingini í Havn um vikuskiftið vóru hesi:

15 metrar leygardagin

Gentur barbogi
Innleiðandi og endaligt:
Marta B. Poulsen (Ørvur), 165+187 = 352.

[object Object]

Dreingir compound
Innleiðandi:
Dávid Højgaard (Ørvur), 272+267 = 539
Narvi Jensen (Ørvur), 263+262 = 525
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 258+262 = 520
Hálvfinala, Narvi – Jónas, 135 – 130.
Finala, Dávid – Narvi, 133 – 134.

[object Object]

18 metrar sunnudagin

Kvinnur recurve
Innleiðandi:
Marianna Reynskor (Vágaskot), 243+228 = 471.
Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 222+221 = 443.
Rebekka L. Olsen (Tambar), 225+216 = 441.
Lea Karina Haraldsen (Vágaskot), 218+197 = 415.
Pernille Krogh (Vágaskot), 170+184 = 354.
Fjórðingsfinala, Lea Karina – Pernille, 6 – 2.
Hálvfinala, Marianna – Lea Karina, 7 – 1.
Hálvfinala, Tóra Dinna – Rebekka, 6 – 0.
Bronsufinala, Rebekka – Lea Karina, 7 – 1.
Finala, Tóra Dinna – Marianna, 5 – 5, shoot-off, 9 – 8.

[object Object]

Menn recurve
Innleiðandi:
Hans Petur Højgaard (Ørvur), 277+276 = 553.
Michael Feldballe (Tambar), 265+263 = 528.
Per Símunarson (Ørvur), 249+245 = 494.
Hannis Reinert á Plógv (Vágaskot), 241+245 = 486.
Hálvfinala, Hans Petur – Hannis, 6 – 0.
Hálvfinala, Michael – Per, 6 – 2.
Bronsufinala, Hannis – Per, 6 – 4.
Finala, Hans Petur – Michael, 6 – 4.

[object Object]

Kvinnur compound
Innleiðandi:
Helena við Misá (Ørvur), 244+257 = 501.
Rakul Dam (Tambar), 251+245 = 496.
Finala:
Helena – Rakul, 127 – 131.

[object Object]

Menn compound
Innleiðandi:
Jóannes Poulsen (Ørvur), 293+287 =580.
Sámuel Petersen (Ørvur), 283+284 = 567.
Jógvan Niclasen (Tambar), 270+277 = 547.
Hálvfinala:
Sámuel – Jógvan, 141 – 143.
Finala:
Jóannes – Jógvan, 147 – 141.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder