Annað

Bogaskjóting: Kapping í Runavík um vikuskiftið

Leygardagin var kapping á 12 metra frástøðu fyri ungu skjúttarnar, og sunnudagin var kapping á 18 metra frástøðu – Hjá teimum ungu luttóku tveir compound skjúttar, og hjá teimum vaksnu luttóku sjey skjúttar – tríggir compound og fýra recurve.

2020-12-14 09:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið varð skipað fyri kapping í høllinum hjá Ørvi í Runavík.

Leygardagin var kapping á 12 metra frástøðu fyri ungu skjúttarnar, og sunnudagin var kapping á 18 metra frástøðu.

Hjá teimum ungu luttóku tveir skjúttar – báðir compound. Hjá teimum vaksnu luttóku sjey skjúttar – tríggir compound og fýra recurve.

Næsta kapping verður í hølinum hjá Tambar í Havn 9. og 10. januar.

Úrslitini um vikuskiftið gjørdist hesi:


Ung
Ísak Kristiansen (Ø) – (275 + 281) = 556
Jan Tórur Joensen (Ø) – (214 + 202) = 416
Gullfinalan:
Ísak – Jan Tórur : 133 – 104

[object Object]

Vaksin

Compound
Jóannes Poulsen (Ø) – 585
Aleksandur Leitisstein (Ø) – 551
Hans Jákup Højgaard (Ø) – 545
½ finalan:
Aleksandur – Hans Jákup : 138 – 133
Gullfinalan:
Jóannes – Aleksandur : 147 – 138

[object Object]

Recurve kvinnur
Tóra Dinna Reynskor (V) – 441
Pernille Krogh (V) – 428
Gullfinalan:
Tóra Dinna – Pernille : 6 – 5

[object Object]

Recurve menn
Jákup Drayton (Ø) – 501
Jógvan Petersen (Ø) – 477
Gullfinalan:
Jákup – Jógvan : 6 – 2

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder