Annað

Bogi og Bjarni vunnu fyrsta bridgefestivalin

Tórshavn Bridgefestival verður hildin aftur næsta ár.

2019-03-09 23:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski Bogi Simonsen íslendski Bjarni Hólmar Einarsson gjørdust vinnarar av stóru altjóða bridgekappingini, sum varð hildin í Öström í Havn fríggjadagin og leygardagin.

Bogi er av bestu bridgespælarum í Føroyum og Bjarni Hólmar telist millum bestu bridgespælarar í heiminum, verður sagt.

Teir báðir vunnu Tórshavn Bridgefestival sum varð hildin fyri fyrstu ferð.

Nummar tvey gjørdust Dánjal Pauli Mohr og Heðin Mouritsen, meðan danirnir Daniel og Simon Ortmann gjørdust nummar trý.

52 pør vóru við í kappingini. Luttakararnir komu úr Føroyum, Íslandi, Danmark og Noregi. Og tað er longu avgjørt, at Tórshavn Bridgefestivalur verður hildin aftur 6. og 7. mars komandi ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder