Annað

Boksiheimurin skelkaður – Joshua sligin í gólvið fleiri ferðir

Andy Ruiz Jr. vann heimsmeistaraheitið í tungvekt – sum tann fyrsti meksikanarin nakrantíð.

Stóri meksikanarin Andy Ruiz Jr sló Anthony Joshua í gólvið fleiri ferðir í dystinum í gjárkvøldið (Mynd: Sky Sports)

Stóri meksikanarin Andy Ruiz Jr sló Anthony Joshua í gólvið fleiri ferðir í dystinum í gjárkvøldið (Mynd: Sky Sports)

2019-06-02 12:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður mett at vera eitt úrslit av teimum heilt óvanligu – ein sensasjón – at bretski nevaleikarin, Anthony Joshua, í gjár skuldi missa heimsmeistaraheitið í tyngsta flokkinum í boksing móti einum nærum ókendum meksikanara.

Nevaleikurin fór fram í Madison Squard Garden í New York leygarkvøldið, amerikanska tíð, og tá dómarin støðgaði dystinum í sjeynda umfari, var sensasjónin ein veruleiki, skrivar Sky Sports.

Joshua hevði tá verið sligin fýra ferðir í gólvið at stóra meksikanaranum, sum undan dystinum als ikki var spáddur at hava nakran møguleika at vinna.

Andy Ruiz Jr. er fyrsti meksikanarin og bert annar latínamerikanari, sum gerst heimsmeistari í tungvekg. Tað var ikki ætlanin, at hann skuldi vera avbjóðarin hjá Joshua Anthony hesaferð, men tá tað ikki eydnaðist amerikanaranum Jarrell Miller at fáa loyvið endurnýggjað, bjóðaði Ruiz seg fram, og hann hevurbert havt ein góðan mánaða at fyrireika seg til boksibrakið í Madison Square Garden.

29 ára gamli bretin Joshua Anthony, hevur annars sitið tungt á boksitrúnuni hesi seinastu árini, og var meistari hjá øllum teimum stóru boksisambondunum, IBF, WBA, WBO og IBO, og hevði enn ikki tapt ein boksidyst sum professionellur.

Fram til triðja umfar hevði Anthony eisini fult tamarhald á stríðnum, og megnaði at senda Ruiz Jr. í gólvið við einum vinstraslagi. Men í royndini at avgera dystin varð Joshua fangaður, og varð sjálvur sendur í gólvið fyri fyrstu ferð síðan víðagitna dystin móti Vladimir Klitscho á Wembley.

Joshua kom á beinini aftur, skinklandi, og var mestsum fyri ongum, tá klokkan bjargaði honum. Hann kom ongantíð veruliga fyriseg aftur, og meksikanarin hevði takið á dystinum. Eftir at tað skuldi teljast yvir Anthony fyri fjórðu ferð í sjeynda umfari, varð dysturin støðgaður.

Úrslitið verður nú mett at vera eins óvæntað, sum tá Mike Tyson í 1990 tapti móti Buster Douglas í 1990, skrivar Sky Sport. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder