Fótbóltur

Bólkaspælsdyst móti KÍ í fjør - seldur til United fyri yvir 460 milliónir nú

18-ára gamli miðverjin var eisini høgt á ynskilistanum hjá Real Madrid, men Lille seldi Leny Yoro til hægst bjóðandi: Manchester United.

Leny Yoro í nærdysti við Sivert Gussiås á Tórsvølli í oktober. Nú skal fyrrnevndi spæla fyri Manchester United, og miðverjin kostaði ikki lítið (Mynd: Sverri Egholm)

Leny Yoro í nærdysti við Sivert Gussiås á Tórsvølli í oktober. Nú skal fyrrnevndi spæla fyri Manchester United, og miðverjin kostaði ikki lítið (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-19 16:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Leny er ein av teimum mest spennandi ungu verjuspælarunum í heiminum.

Soleiðis sigur Dan Ashworth, sum er nýggjur ítróttarstjóri í Manchester United. Enska stórfelagið nú fingið eina íróttarliga leiðslu, ið skal royna at leiða felagið á eina betri kós.

Har verður millum annað væntað, at nýggjasta keypið fer at menna seg til ein miðverja í heimsflokki. Hóast sín unga aldur hevur Leny Yoro spælt 60 fyrsta liðsdystur fyri franska stórfelagið Lille.

Ein teirra var á Tórsvølli eitt kalt oktoberkvøld í fjør. Lille fekk bert málleysan javnleik móti KÍ í Conference League bólkaspælinum. Yoro var í miðverjuni allan dystin, har unglingin hevði tamarhald á millum annað Páll Klettskarð. Fraklendingurin spældi ikki í seinna dystinum í Lille, har heimaliðið vann 3-0 á føroyameistarunum.

Seinastu mánaðirnar hava nógvar gitingar verið um framtíðina hjá Leny Yoro. Real Madri hevur ynskt hann, og ymiskt bendi á, at spælarin helst sjálvur vildi hetta. Champions League-vinnarin bjóðaði tó ikki nóg nógv - men tað gjørdi Manchester United.

Altjóða miðlar skriva, at talan var um ein keypsprís á umleið 62 milliónir evrir við øllum - hetta er umleið 460 milliónir krónur. Avtalan kom endaliga uppá pláss í gjár.

[object Object]
Leny Yoro saman við Erik ten Hag 

Manchester United hevur eisini keypt 23-ára gamla álopskenda niðurlendingin Joshua Zirkzee. Samráðingar eru í gongd við PSG um verjukenda miðvallaran úr Manuel Ugarte og verður spælarin úr Uruguay heilt vist ikki seinasti spælarin, ið Manchester United skrivar undir við í summar.

Erik ten Hag sleppur at byggja víðari og skal helst hava ein miðverja inn afturat Yoro. Matthijs de Ligt (Bayern) og Jarrad Branthwaite (Everton) eru møguleikarnir í løtuni. United hevur eisini selt Mason Greenwood til Marseille.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder