Fótbóltur

Bólturin rullar aftur í kvinnudeildini

Eftir landsliðssteðg er gongd komin á bestu kvinnudeildina í fótbólti. Fyrsti dysturin í umfarinum varð leiktur í gjár, og hinir tríggir verða leiktir í dag.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-18 10:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Besta kvinnudeildin er í gongd aftur eftir ein landsliðsteðg, har landsliðsvenjarin savnaði hópin til venjingarlegu í nakrar dagar.

07 Vestur hevði í gjár vitjan av B36 á Dungasandi, og tær hvítu í Havn gjørdu sína skyldu og vunnu 2-0 á nýggja liðnum í deildini.

[object Object]Jacoba Langgaard legði her B36 á odda 1-0 á Dungasandi í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Myndir: 07 Vestur - B36 kvinnur

Í dag eru hinir tríggir dystirnir í fjórða umfari á skránni. HB tekur ímóti NSÍ klokkan 12:15, Víkingur er á vitjan hjá AB/B71 klokkan 13 og EBS/Skála og KÍ spæla á Skála klokkan 14.

Higartil hevur tað ikki hilnast so væl hjá FM-favorittunum, KÍ og NSÍ. Bæði liðini liggja uttanfyri topp trý. KÍ við fimm stigum og NSÍ við trimum stigum. Tí er ein sigur eitt krav hjá báðum liðum í dag.

Skulu tey trý oddaliðini við sjey stigum varðveita sína góðu støðu, kemur ein sigur eisini væl við.

Tað er í ár meira spenningur í enn farna kappingarár, har KÍ vann allar sínar dystir meðan hini liðini tóku stig frá hvørjum øðrum við misjøvnum úrslitum.

Dystirnir í 4. umfari

07 Vestur - B36
39’ Jacoba Langgaard 0-1
72’ Olga Kristina Hansen 0-2

Dystirnir í dag
HB - NSÍ (Kl. 12:15)
AB/B71 - Víkingur (Kl. 13:00)
EBS/Skála - KÍ (Kl. 14:00)

Støðan í Betri deildin kvinnur

1. HB (7 stig)
2. EBS/Skála (7 stig)
3. Víkingur (7 stig)
4. KÍ (5 stig)
5. B36 (4 stig)
6. NSÍ (3 stig)
7. 07 Vestur (3 stig)
8. AB/B71 (0 stig)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder