Annað

Borðtennis: Landsliðsvenjarar halda fram

Simon Nykjær-Fisher á A-landsliðnum og Pætur Albinus á ungdómslandsliðnum, halda báðir fram í størvum sínum.

(Mynd: BTSF)

(Mynd: BTSF)

2019-12-17 09:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsliðsvenjararnir í føroyskum borðtennis, Simon Nykjær-Fisher á A-landsliðnum og Pætur Albinus á ungdómslandsliðnum, halda báðir fram í størvum sínum. Borðtennissamband Føroya hevur skrivað undir nýggjar tvey ára sáttmálar við teir báðar.

Eisini er nýggj tvey ára avtala gjørd við svenska Jan Berner, fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaran, sum nú er í einum ráðgevandi leikluti og kemur til Føroya nakrar ferðir um árið at standa fyri venjingarlegum, skeiðum og øðrum virksemi.

Simon Nykjær-Fisher, Pætur Albinus og Jan Berner vórðu settir í størvini tá ið nýggj menningarætlan varð løgd fyri smáum tveimum árum síðani. Framgongdin hevur verið eyðsæð, og tað var tí natúrligt og við áhuga frá øllum pørtum, at sáttmálarnir vórðu longdir.

Næst á skránni hjá ungdómslandsliðnum eru venjingarlegur í januar og mars, og í mai verður farið til Oslo í Noregi at luttaka í Mega Cup. A-landsliðið fer eisini at savnast í næstum og fyrireika seg til EM-undankapping í apríl og Arctic Open í Føroyum í mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder