- Vit hava í Føroyum nógva góða gransking í rørslu og ítrótt - og vit hava eisini sera nógvar íðkarar og eitt ríkt ítróttalív. Tí skipa ÍSF og Fróðskaparsetrið nú í felag fyri eini stórari ráðstevnu um børn og ítrótt – og týdningin av rørslu alt lívið, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF
Á ráðstevnini, sum hevur fingið heitið »Børnini, breiddin og tey bestu – hvat kunnu vit í Føroyum?«, verður dentur lagdur á trý ymisk evni.
Fyrsti partur snýr seg um barnaítrótt og ítrótt innan skúlagátt. Annar partur snýr seg um samstarv millum ítrótt og heilsuverkið – og ítrótt sum heilivág. Triði og seinasti partur snýr seg um tey, sum íðka úrvalsítrótt.
Eitt nú fáa vit eitt boð upp á spurningin: Hvat er tað, sum vit kunnu í Føroyum, sum man ikki kann aðrastaðni?
Tað verða í høvuðsheitum føroyskir granskarar, sum fara at hava fyrilestrarnar og leggja sína vitan fram.
Útgangsstøði verður tí sum heild tikið í føroyskum viðurskiftum. Hartil verða eisini tveir útlendskir granskarar við, umframt umboð fyri ÍSF og Setrið.
Magni Mohr, professari í ítrótti á Setrinum, sigur, at tað er nógv viðkomandi vitan um rørslu í Føroyum, tí vit hava, sum frá er liðið, fingið eitt granskingarumhvørvi við nógvum granskarum á hesum økinum.
- Harafturat eru eisini mong fólk í Føroyum, sum onkursvegna hava við íðkarar, ítrótt ella rørslu at gera. Bæði í ítróttalívinum, skúlanum ella heilsuverkinum. Vit vilja fegin savna øll hesi fólkini og greiða teimum frá pørtum av tí vitan, sum føroyskir granskarar hava funnið fram til, sigur Magni Mohr.
Ráðstevnan er ætlað feløgum, sambondum, kommunum, landsmyndugleikum, myndugleikum, sum varða av ítrótt og av fólkaskúlum – og fólki á heilsuøkinum. Eisini er opið fyri almenninginum.
Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, vónar, at ráðstevnan fer at savna øll tey, sum so ella so fáast við íðkarar, ítrótt ella rørslu í Føroyum.
- Vit vita, at rørsla og ítróttur hava óteljandi fyrimunir við sær, bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið sum heild. Men spurningurin er, hvussu vit best arbeiða saman um rørslu og ítrótt – bæði land, kommunur, skúlar, heilsuverk og føroysk ítrótt. Tað hevur týdning, at vit tosa um, hvussu vit skipa okkum best. Tí vóni eg, at ráðstevnan fær góða og breiða undirtøku, sigur Elin H. Joensen.
Ítróttaráðstevnan verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn 2. februar. Tilmelding fer fram á www.atgongumerki.fo í seinasta lagi 31. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald