Miðvikuumfar er í Premier League, og tað er mest spenningur um dystirnar í morgin, har Liverpool og City halda á við oddastríðnum, og Chelsea og Tottenham hittast. Men í kvøld eru fýra dystir, har tað snýr seg um tætta botnstríðið
19.45: Cardiff - Everton
Huddersfield - Wolves
Leicester - Brighton
20.00: Newcastle - Burnley (TV3 MAX/Viaplay)
Tað er serliga dysturin í Newcaslte, har nógv er uppá spæl. Burnley er á vitjan, og liðið hjá Sean Dyche hevur viðvind í løtuni. Leygardagin vann Burnley á Tottenham, og hevur nú seks stig niður til strikuna. Newcastle er tvey stig aftanfyri, og stríðist fyri at koma longur upp á stigatalvuna. Liðini fara helst at spæla ein tættan og harðan dyst, har stigini hava stóran týdning.
Leicester er á veg at seta nýggjan venjara, og tekur í kvøld ímóti Brighton. Bæði liðini hava tørv á stigum, fyri ikki at gerast ov innblandað í niðurflytingarstríðið, Bæði liðini eru í einari ógvuliga ringari gongd, og tað er serliga í Brighton, at har er orsøk til at stúra.
Hjá Huddersfield er tað so gott sum farið, og trý stig í kvøld eru avgjørt eitt krav, um liðið skal bjarga sær. Cardiff skal reisa seg eftir eyðmýkjandi tapið fyri Watford fríggjakvøldið. Tað er bert eitt stig niður til Southampton á 18. plássi, og tað er á heimavølli, at walisiska liðið skal fáa stig. Everton kann ikki kenna seg heilt trygt enn.
Støðan undan 28. umfari:
1 |
Liverpool |
|
66 stig |
2 |
Manchester City |
|
65 stig |
3 |
Tottenham Hotspur |
|
60 stig |
4 |
Arsenal |
|
53 stig |
5 |
Manchester United |
|
52 stig |
6 |
Chelsea * |
|
50 stig |
7 |
Watford |
|
40 stig |
8 |
Wolverhampton |
|
40 stig |
9 |
West Ham |
|
36 stig |
10 |
AFC Bournemouth |
|
34 stig |
11 |
Everton |
|
33 stig |
12 |
Leicester |
|
32 stig |
13 |
Crystal Palace |
|
30 stig |
14 |
Burnley |
|
30 stig |
15 |
Newcastle |
|
28 stig |
16 |
Brighton & Hove Albion * |
|
27 stig |
17 |
Cardiff |
|
25 stig |
18 |
Southampton |
|
24 stig |
19 |
Fulham |
|
17 stig |
20 |
Huddersfield Town |
|
11 stig |
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald