Tað er nú greitt, hvørji fýra lið eru eftir í stríðnum um pláss í Super Bowl, og sum nú sunnudagin skulu spæla í "Conference Championship". Leygarkvøldið/sunnunáttina sigraðu Green Bay Packers og Buffalo Bills, og í gjár spældu Tampa Bay Buccaneers seg í sína fyrsta NFC-finalu í 18 ár - tá vann liðið Super Bowl - og Kansas City Chiefs spældi seg í sína triðju AFC-finalu á rað.
Patrick Mahomes og Chiefs vóru á odda 19-3 í hálvleikinum móti Cleveland Browns og vóru á veg ímóti fleiri stigum og einum tryggum sigri, tá Mahomes varð takklaður á heldur løgnan hátt. Helst besti leikarin í NFL seinastu trý árini fekk ein heilaskjálvta, og heimaliðið skuldi harvið spæla í meira enn ein fjórðing uttan Mahomes. Browns luktaðu blóð, minkaðu til 22-17, men komu so ikki nærri. Chad Henne og álopið hjá Chiefs megnaði at halda fast í bóltinum og fáa tíðina at ganga, og harvið skulu Super Bowl-meistararnir um eina viku spæla um at koma aftur til stóra dystin. Tað verður á heimavølli móti Bills - so er spurningurin, um Mahomes verður til reiðar.
New Orleans Saints vunnu í grundspælinum tveir sannførandi sigrar á Tampa Bay Bucaneers, men Tom Brady og hinir vildu tað øðrvísi í gjár. Tað vóru verjurnar, og ikki teir samanlagt 85-ára gamli quarterbakkarnir og álop teirra, ið á ein hátt stýrdu dystunum í 1. hálvleiki. Stigini hjá Bucaneers komu av stórum mistøkum hjá Saints, og touchdownið ið heimaliðið fekk kastaði Jamies Winston, eyka quarterbakkurin hjá Brees.
Hetta gjørdist helst seinasti dystur hjá 42-ára gamla Drew Brees. Amerikanskir miðlar skriva, at Super Bowl-vinnarin frá 2010 ikki fer at spæla næsta kappingarár, og hann og Saints eru nú úti. Ov nógv mistøk vóru gjørd, meðan Brady og Buccaneers spældu uttan stór mistøk og avgjørdi í seinasta fjórðingi. 43-ára gamli Brady skal um eina viku spæla um at koma í sína Super Bowl nummar tíggju. Bucaneers hava bert einaferð verið í Super Bowl.
NFL Divisional Playoffs
Í gjár kvøld/í nátt:
Kansas City Chiefs - Cleveland Browns 22-17 (19-10)
New Orleans Saints - Tampa Bay Buccaneers 20-30 (13-13)
leygardagin/sunnnunáttina:
Green Bay Packers - Los Angeles Rams 32-18 (19-10)
Buffalo Bills - Baltimore Ravens 17-3 (3-3)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald