Ítróttarheimurin er við at steðga upp orsaka av koronavirusinum. Kortini er gongd í leikaraflytingum í NFL, har marknaðurin opnaði í gjár.
Størsta flytingin var, at De Andre Hopkins fór frá Houston Texans til Arizona Cardinals. Hann er ein av allarbestu wide reciverarunum í deildini og býtir um lið við skaðaplágaða rennaran David Johnson. Hetta verður mett, at vera ein sera góð avtala hjá Cardinals, ið hevur spennandi Kyler Murray sum quarterbakk.
![]()
Tað varð væntað, at Watson fóru at vera eit giftugt toymi komandi mongu árini (Mynd: EPA)
Í dag hava eisini nógv leikaraskifti verið, men tvær tær størstu søgurnar snúgva seg um quarterbakkar, ið eru 40+, og har ikki haldur fram í einum felagið og hin heldur fram.
Í 1999 valdi New England Patrtiots Tom Brady seint í draftinum. Lítið varð væntað av klæntrasliga quarterbakkinum frá Michigan, men Bill Belichick sá nakað í honum, og eftir at Drew Bledsoe gjørdist skaddur tíðliga í 2001, leiddi Brady Patriots til sítt fyrsta Super Bowl-heitið. Síðani hevur hann vunnið fimm afturat. Samanlagt hava Brady, Belichick og Patriots verið í níggju Super Bowl-dystum hesa øldina. Ein stórheitstíð, sum ikki eigur sín líka í nýmótans ítóttarsøgu í USA.
![]()
Soleiðis hevur man ofta sæð Brady (Mynd: EPA)
Nú er tað liðugt. 42-ára gami Brady stríddist hetta kappingarárið, og Patriots fóru út í fyrsta umfarinum í endaspælinum. Ein skilnaður hevur liðug í luftuni, tí sáttmálin gekk út eftir kappingarárið, og áhugi hevur verið aðrastaðni frá. Í dag váttaði Brady, at hann fór at royna nýggjar leiðir. Tað gjørdi hann á Instagram, har hann takkaði fyri frálíku tíðina í Boston-útryðuni.
Los Angeles Chargers og Tampa Bay Buccaneers eru í løtuni favorittar til at fáa fatur á legenduni, men Miami Dolphins, ið er í somu fýra-lið deild sum Patriots verður eisini nevnt í miðlum í USA. Tó bendir mest á Buccaneers útfrá seinastu tíðindunum úr USA. Titans, ið sló Patriots út í endaspælinum, satsar uppá Ryan Tannehill, sum nú hevur fingið ein nýggjan stóran sáttmála. Marcus Mariota er farin úr júst Titans til Las Vegas Raiders, ið leingi hevur verið sett í samband við Brady.
![]()
Drew Brees er ikki høgur av vøkstri, men av teimum størstu quarterbakkunum í søguni (Mynd:EPA)
Drew Brees kom til New Orleans í 2006. Hetta var beint eftir ódnina Katrinu, ið fór serliga illa við Louisiana. Leikvøllurin varð gjørdur í stand, og seinastu 14 árini hava Saints við Sean Payton og Brees fyri tað mesta verið í oddinum . Í 2010 vann New Orleans Saints Super Bowl á fyrsta sinni.
Ivamál hevur verið um framtíðina hjá 41-ára gamla Brees, ið eigur flestu kastimetini frammanfyri Brady og Peyton Manning, men í dag varð kunngjørt, at nummar 9 hevur skrivað undir ein nýggjan tvey-ára sáttmála. Hann hevur virði á áleið 50 milliónir dollarar.
Í dag er millum annað eisini vorið greitt, at langtíðar quarterbakkurin hjá Chargers, Philip Rivers, hevur skift til Indinapolis Colts. Cam Newton, sum í 2015 varð mest virðismikli leikarin í deildini, fer at skifta frá Carolina Panthers, har hann altíð hevur spælt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald