Lagt er upp til ein av teimum heilt stóru dystunum við Løkin í kvøld, tá oddaliðið í deildini KÍ kemur á vitjan hjá NSÍ.
KÍ er á fyrsta plássi og hevur 31 stig meðan NSÍ liggur á fjórða plássi við 21 stigum. Skal KÍ ikki fara alt ov langt burtur frá hinum, so er stig umráðandi hjá NSÍ. Runavíkingar kunnu við javnleiki ella sigri syrgja fyri at spenningurin heldur sær í nøkur umfør afturat.
Klaksvíkingar hava annars verið flúgvandi í ár, og tað hevur ikki skortað við málum. Síðstu tvey umførini hava teir flongt uppflytararnar 07 Vestur og B68 ávikavist 9-0 og 8-0.
NSÍ kemur hinvegin frá einum javnleiki móti HB síðsta sunnudag, har hvørgin megnaði at fáa bóltin í netið.
Brakið verður bríkslað í gongd klokkan 19 í kvøld, og dysturin sæst á R2 hjá Televarpinum. Atgongd kann keypast fyri 43 krónur.
Hinir dystirnir í 12. umfari verða leiktir mánadagin annan hvítusunnudag.
12. umfar
NSÍ - KÍ (22. mai, 19:00)
B36 - HB (24. mai, 15:00)
TB - ÍF (24. mai, 15:00)
Víkingur - EB/Streymur (24. mai, 15:00)
B68 - 07 Vestur (24. mai, 16:00)
Støðan í Betri deildini eftir 11 umfør
1. KÍ (31 stig)
2. HB (24 stig)
3. Víkingur (22 stig)
4. NSÍ (21 stig)
5. B36 (17 stig)
6. ÍF (11 stig)
7. EB/Streymur (9 stig)
8. 07 Vestur (8 stig)
9. B68 (6 stig)
10. TB (2 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald