Fótbóltur

Brandur Hendriksson hevur ikki spælt vaksnamannafótbólt í Føroyum

Tað stóð millum barndómsfelagið B71 ella NSÍ, um hann skuldi koma aftur til Føroyar nú. Talan gjørdist um trý-ára sattmála við NSÍ.

29-ára gamli skálvíkingurin hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við NSÍ, sum í summar skal spæla í Conference League. Brandur hevur ikki spælt evropeiskar dystir síðani 2018 við FH (Mynd: NSÍ)

29-ára gamli skálvíkingurin hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við NSÍ, sum í summar skal spæla í Conference League. Brandur hevur ikki spælt evropeiskar dystir síðani 2018 við FH (Mynd: NSÍ)

2025-01-07 16:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin bórust stórtíðindi í føroyska fótbóltsheiminum – ein “nýggjársbumba” skýrdi bolt.fo tað, at Brandur Hendriksson Olsen skiftir til NSÍ.

Skálvíkingurin fór sum blaðungur at royna fótbóltseydnuna í ungdómsdeildini hjá FCK. Brandur hevur spælt í fremstu deildunum í Danmark, Íslandi, Noreg og Svøríki, umframt næstbestu deildunum í teimum báðum síðsnevndu skandinavisku deildunum. Bæði í Noreg (Fredrikstad) og í Svøríki (Helsingborg) hevur Brandur verið við at tryggja felagnum uppflyting til bestu deildina aftur.

Brandur Hendriksson Olsen avgjørdi donsku steypafinaluna fyri FCK sum bert 19-ára gamal og skoraði í brotsparkskappingini, tá Fredrikstad fyri júst einum mánaða síðani vann norsku steypakappingina (NM Cup).

Hetta gjørdist hansara seinasta skot fyri eitt útlendskt felag – í øllum førum á hesum sinni. Sáttmálin við Fredrikstad gekk út á nýggjárinum, og landsliðsmiðvallarin hevur gjørt trý-ára sáttmála við NSÍ, sum í summar skal spæla í Conference League.

Sí eisini: Brandur: Trý-ára sáttmáli við NSÍ

Brandur Hendriksson Olsen hevur ikki spælt heilt nógvar evropeiskar dystir - samanlagt seks Europa League-dystir fyri FCK og FH umframt Youth League - og tekniskt gávaði 29-ára gamli miðvallarin hevur ongantíð spælt ein vaksnamannadyst í Føroyum áður.

-Eg havi ikki áður spælt í bestu føroysku deildini, og eftir so mong ár uttanlands havi eg havt dreym um at spæla her, og eg havi vitað, at tað bara vóru tveir møguleikar. Annar var barndómsfelagið B71, sum framvegis hevur stóran týdning fyri meg, og hin møguleikin var at umboða NSÍ, segði Brandur H. Olsen í samrøðu við dimma.fo um vikuskiftið.

Talan er um ein spælara, ið kann fara at gera stóran mun fyri teir í gulum og svørtum í 2025. NSÍ endaði á 4. plássi í fjør og hevur síðani eisini fingið Jann Benjaminsen og Michal Przybylski úr B36 umframt norsku verjuspælararnar Kevin Jablinski og Fabian Ness. Hópurin verður styrktur meira næstu tíðina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder