Fótbóltur

Brandur Hendriksson var dagsins leikari

Hóast vit einki mál fingu í dag, hava lesararnir á Portalinum valt Brand Hendriksson til dagsins leikara. Hann gjørdi tað gott, og hevði eisini eitt langskot.

Langskotið hjá Brandi (Mynd: UEFA)

Langskotið hjá Brandi (Mynd: UEFA)

2021-03-31 23:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt 4-0 úrslit kann eingin vera nøgdur við, heldur ikki móti skotum, men tað er veruleikin hjá føroyska A-landsliðnum, sum í kvøld spældi seinasta av trimum HM-undankappingardystum seinastu vikuna.

Les eisini: Skræddir sundur í Skotlandi

Lesararnir hjá Portalinum hava seinastu vikuna kosið Meinhard Egilsson Olsen og Sonna Ragnar Nattestad til dagsins leikarar í dystunum móti ávikavist Moldova og Eysturríki. Felags fyri teir báðar var, at teir skoraðu eitt mál hvør, men í dag skoraði eingin mál, og tí var ein ávísur spenningur um, hvat fólksins dómur var.

Javnt er millum teir báðar Brand Hendriksson og Jákup B. Andreasen, men fyrstnevndi eigur munin og hevur fingið 25 prosent av atkvøðunum frá lesarunum, og er harvið dagsins leikari.

[object Object](Mynd: UEFA)

Brandur Hendriksson hevði eitt gott langskot sum skotski málverjin bjargaði og flutti annars bóltin væl. Hann var meira eyðsýndur í hesum dystinum enn hinum báðum undanfarnu.

Jákup B. Andreasen er beint í hølunum og hevur fingið 20 prosent av atkvøðunum. Flott av klaksvíkinginum, sum spældi sín fyrsta A-landsdyst.


placeholder
placeholder