2021-05-04 14:18
Á aðalfundi hjá Føroya Ríðingarfelag í seinastu viku, var nýggj nevnd vald og samstundis valdi formaðurin seinasti trý árini, Hallur Hansen at takka fyri seg. Aðalfundurin valdi Brand í Dali sum nýggjan formann.
Elspa Petersen sum hevur verið næstforkvinna takkaði eisini fyri seg.
Á fundi í gjár skipaði nýggja nevndin seg við Brandi í Dali sum formani og Osvald S. Johansson sum næstformanni. Nevndarlimir eru Mortan Hansen, Barbara Chaparro og Tummas P. av Reyni. Tiltakslimir eru Dina Splidt og Alberg Lützen. Sum kassameistara valdi nevndin Bjørn Patursson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald