Annað

Bridge er aftur á breddanum

Seinasta vikuskifti var FM kappingin fyri pør, Hetta vikuskiftið var fyrsta umfar í FM kappingini fyri lið, og komandi umførini vera 14. november.

Mynd: Føroya Bridgesamband

Mynd: Føroya Bridgesamband

2020-11-01 11:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eins og samfelagið, so fór eisini bridge-virksemið her heima niður í ferð í vár. Nú tað í eina tíð hava verið útlit fyri, at vit her heima hava havt tamarhald á smittuútbreiðsluni, tóku vit í bridgesambandinum avgerð um aftur at seta ferð á heimliga bridge-virksemi, skrivar Føroya Bridgesamband.

Magni Jøkladal og Símun Lassaberg føroyameistarar fyri pør

Lagt varð til brots seinasta vikuskifti við FM kappingini fyri pør, har 19 pør luttóku. Kappingin skuldi upprunaliga verið endabresturin á kappingarárinum 2019/2020, men sum tá avtornaði gjørdist byrjanin til kappingarárið 2020/2021.

Fríggjakvøldið vóru tað serliga Rói á Rógvu Joensen og Heðin Mouritsen sum gjørdu seg galdandi, og tá farið varð til húsa hetta kvøld, høvdu teir lagt seg á odda við 87 stigum. Á øðrum og triðja plássi lógu Robert Langgaard-Árant Berjastein og Dánjal Pauli Mohr-Árni M. Dam við ávikavist 44 og 34 stigum.

Ein langur leygardagur hevði við sær, at onnur pør eisini gjørdu seg galdandi. Av hesum skaraðu Magni Jøkladal-Símun Lassaberg og Per Kallsberg-Jóannes Mouritsen framúr.

Seinastu umførini stóð FM-heitið millum trý pør: Dánjal Pauli Mohr-Árni M. Dam, Per Kallsberg-Jóannes Mouritsen og Magni Jøkladal-Símun Lassaberg. Endaliga úrslitið gjørdist, at Magni Jøkladal-Símun Lassaberg gjørdust føroyameiatarar fyri pør 2019/20 við 147 stigum, meðan Per Kallsberg-Jóannes Mouritsen gjørdust nummar tvey við 142 stigum og Dánjal Pauli Mohr-Árni fingu triðja plássið við 117 stigum.

FM-Lið:

Leygardagin 31. oktober var Gundadalur karmur um fyrstu umførini í FM-kappingini fyri lið.

Hetta kappingarárið eru átta lið við í kappingini, sum er skipað soleiðis, at øll spæla tveir dystir á 20 spøl móti hvørjum øðrum. Sostatt skulu leikast tilsamans 14 umfør, og tann, sum tá er fremstur, verður føroyameistari. Úrslitini í fyrstu trimum umførunum vóru hesi:

Umfar 1:

Dánjal Pauli Mohr – Oddmar Danielsen: 19,65 – 0,35

Danny Danielsen – Allan Dal-Christiansen: 0,35 – 19,65

Suðuroyar Bridgefelag – Bogi Simonsen: 2,68 – 17,32

Jassarnir – Salomon Johansen: 2,94 – 17,06

Umfar 2:

Oddmar Danielsen – Salomon Johansen: 12,98 – 7,02

Bogi Simonsen – Jassarnir: 19,49 – 0,51

Allan Dal-Christiansen – Suðuroyar Bridgefelag: 20,0 – 0,0

Dánjal Pauli Mohr – Danny Danielsen: 18,12 – 1,88

Umfar 3:

Danny Danielsen – Oddmar Danielsen: 16,38 – 3,62

Suðuroyar Bridgefelag – Dánjal Pauli Mohr: 3,07 – 16,93

Jassarnir – Allan Dal-Christiansen: 0,0 – 20,0

Salomon Johansen – Bogi Simonsen: 0,0 – 20,0

 

Støðan eftir fyrstu 3 umførini er hendan:

  1. Allan Dal-Chriatiansen, 59,65 stig
  2. Bogi Simonsen, 56,81 stig
  3. Dánjal Pauli Mohr, 54,70 stig
  4. Salomon Johansen, 24,08 stig
  5. Danny Danielsen, 18,61 stig
  6. Oddmar Danielsen, 16,95 stig
  7. Suðuroyar Bridgefelag, 5,75 stig
  8. Jassarnir, 3,45 stig

Komandi trý umførini í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 14. november, og byrjað verður klokkan 12.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder