Annað

Bridge: FM kappingin fyri lið

Fult umfar verður aftur leygardagin.

Liðið hjá Allani Dal-Christiansen vann FM kappingina fyri lið í fjør. Manningin er ikki heilt tann sama í ár, og
teir fingu eisini eina heldur laka byrjan í trimum teimum fyrstu umførunum í ár

Liðið hjá Allani Dal-Christiansen vann FM kappingina fyri lið í fjør. Manningin er ikki heilt tann sama í ár, og teir fingu eisini eina heldur laka byrjan í trimum teimum fyrstu umførunum í ár

2019-11-20 08:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Trý umfør í FM kappingini fyri lið verða spæld í Bridgehúsinum í Havn leygardagin 23. november. Byrjað verður at spæla á middegi og spælt verður til út á kvøldið.

Eftir fyrstu trý umførini er støðan í FM-kappingini henda:
1. Dánjal Pauli Mohr 57,56
2. Bogi Simonsen 50,55
3. Finn Ougaard 46,14
4. Danny Danielsen 36,79
5. Óli Holm 32,19
6. Oddmar Danielsen 30,50
7. Allan Dal-Christiansen 26,09
8. Jassarnir 8,83
9. Anna P. Leo Olsen 8,01
10. Hans-Emil Haraldsen 3,34

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder