Annað

Bridge: Havnar Bridgefelag er føroyameistari fyri feløg

Føroyameistarakappingin fyri feløg varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin.

2020-11-29 11:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyameistarakappingin fyri feløg varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 28. november 2020. Kappingin er skipað soleiðis, at limafeløgini kring landið undir Føroya Bridgesambandi kappast innanhýsis um FM-heitið.

Í kappingini hesuferð luttóku 4 lið: Eysturoyar Bridgefelag við tveimum liðum, Havnar Bridgefelag og Nýggja Bridgefelag.

Øll liðini leiktu ein dyst móti hvørjum øðrum. Í hvørjum dysti vórðu leikt 20 spøl. Sostatt skuldu leikast í alt 3 umfør á 20 spøl, og tann sum tá var fremstur gjørdist føroyameistari.

Úrslitini vóru hesi:

Umfar 1:
Eysturoyar Bridgefelag 1 – Nýggja Bridgefelag: 12,76 – 7,24

Havnar Bridgefelag – Eysturoyar Bridgefelag 2: 20,0 – 0,0

Umfar 2:
Nýggja Bridgefelag – Eysturoyar Bridgefelag 2: 8,66 – 11,34
Eysturoyar Bridgefelag 1 – Havnar Bridgefelag: 3,07 – 16,93

Umfar 3:
Havnar Bridgefelag – Nýggja Bridgefelag: 14,39 – 5,61
Eysturoyar Bridgefelag 2 – Eysturoyar Bridgefelag 1: 15,28 – 4,72

Endastøðan gjørdist hendan:
Havnar Bridgefelag: 51,32 stig
Eysturoyar Bridgefelag 2: 26,62 stig
Nýggja Bridgefelag: 21,51 stig
Eysturoyar Bridgefelag 1: 20,55 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder