Annað

Bridge: Liðið hjá Dánjal Paula Mohr er føroyameistari

Seinastu trý umførini í FM-kappingini fyri lið vóru leikt í bridgehúsinum í Gundadali leygardagin.

2021-03-29 10:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Undan seinastu trimum umførunum hevði liðið hjá Dánjal Paula Mohr vunnið sær eina lutfallsliga trygga leiðslu við 187,49 stigum, meðan liðini hjá Allan Dal-Christiansen og Boga Simonsen lógu á øðrum og triðja plássi við ávikavist 168,44 stigum og 166,75 stigum. Ovastu trý liðini møttust øll innanhýsis í hesum seinastu umførunum, so hóast onki var avgjørt lá liðið hjá Dánjal Paula Mohr best fyri at vinna FM-heitið.

Úrslitið gjørdist at liðið hjá Dánjal Paula Mohr helt áfram við støðuga avrikinum teir hava víst gjøgnum kapingina, og vann FM heitið sannførandi við at vinna báðar innanhýsis dystirnar móti kappingarneytunum á øðrum og triðja plássi. Á liðnum hjá Dánjal Paula Mohr leiktu: Dánjal Pauli Mohr, Árni M. Dam, Per Kallsberg, Jóannes Mouritsen og Egil Sondum.

Liðið hjá Boga Simonsen vann innanhýsis dystin móti liðnum hjá Allan Dal-Christiansen, og sum hini úrslitini lagaðu seg hevði hetta við sær at liðið hjá Boga Simonsen tók seg framum og endaði á øðrum plássi. Á liðnum hjá Boga Simonsen leiktu: Bogi Simonsen, Arne Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen, Jákup Hjaltalin, Dia Jacobsen, Robert Langgard, meðan liðið hjá Allan Dal-Christiansen var mannað við: Allan Dal-Christiansen, Pól Egholm, Símin Lassaberg, Magni Jøkladal, Rói á Rógvu Joensen, Heðin Mouritsen.

Úrslitini fyri seinastu trý umførini vóru hesi:

Umfar 12:
Oddmar Danielsen – Suðuroyar Bridgefelag, 12,98 – 7,02
Danny Danielsen – Jassarnir, 16,93 – 3,07
Dánjal Pauli Mohr - Salomon Johansen, 14,58 – 5,42
Allan Dal-Christiansen - Bogi Simonsen, 5,24 – 14,76


Umfar 13:
Allan Dal-Christiansen – Oddmar Danielsen, 20,00 – 0,00
Bogi Simonsen - Dánjal Pauli Mohr, 4,89 – 15,11
Salomon Johansen – Danny Danielsen, 5,06 – 14,94
Jassarnir - Suðuroyar Bridgefelag, 1,67 – 18,33


Umfar 14:

Oddmar Danielsen - Jassarnir, 18,23 – 1,77
Suðuroyar Bridgefelag - Salomon Johansen, 3,07 – 16,93
Danny Danielsen – Bogi Simonsen, 6,59 – 13,41
Dánjal Pauli Mohr - Allan Dal-Christiansen, 18,33 – 1,67


Endaliga støðan gjørdist hendan:
Dánjal Pauli Mohr 235,51 stig
Bogi Simonsen 199,81 stig
Allan Dal-Christiansen 195,35 stig
Danny Danielsen 128,45 stig
Oddmar Danielsen 122,49 stig
Salomon Johansen 104,21 stig
Suðuroyar Bridgefelag 84,17 stig
Jassarnir 50,01 stig


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder