placeholder
Annað

Bridge: Liðið hjá Dánjal Paula Mohr hevur lagt seg á odda í FM kappingini fyri lið

Komandi trý umførini í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali í januar – Tá verður oddadystur millum liðini hjá Dánjal Paula Mohr og Allan Dal-Christiansen.

2020-11-15 10:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 14. november vóru 3-6 umfar av FM kappingini fyri lið leikt í Bridgehúsið í Gundadali.

Hetta kappingarárið eru átta lið við í kappingini, sum er skipað soleiðis, at øll spæla tveir dystir á 20 spøl móti hvørjum øðrum. Sostatt skulu leikast í alt 14 umfør, og tann sum tá er fremstur verður føroyameistari.

Úrslitini hetta vikuskiftið vóru hesi:

Umfar 4:

Oddmar Danielsen – Bogi Simonsen
7,24 – 12,76

Allan Dal-Christiansen – Salomon Johansen
12,07 – 7,93

Dánjal Pauli Mohr – Jassarnir
20 – 0

Danny Danielsen – Suðuroyar Bridgefelag
12,30 – 7,70

Umfar 5:

Suðuroyar Bridgefelag – Oddmar Danielsen
17,90 – 2,10

Jassarnir – Danny Danielsen
1,09 – 18,91

Salomon Johansen – Dánjal Pauli Mohr
3,20 – 16,80

Bogi Simonsen – Allan Dal-Christiansen
11,59 – 8,41

Umfar 6:

Oddmar Danielsen – Allan Dal-Christiansen
10,82 – 9,18

Dánjal Pauli Mohr – Bogi Simonsen
18,12 – 1,88

Danny Danielsen – Salomon Johansen
7,93 – 12,07

Suðuroyar Bridgefelag – Jassarnir
7,47 – 12,53

Støðan eftir fyrstu 6 umførini er hendan:

Dánjal Pauli Mohr 109,62 stig

Allan Dal-Christiansen 89,31 stig

Bogi Simonsen 83,04 stig

Danny Danielsen 57,75 stig

Salomon Johansen 47,28 stig

Suðuroyar Bridgefelag 38,82 stig

Oddmar Danielsen 37,11 stig

Jassarnir 17,07 stig

Komandi trý umførini í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 16. januar 2021, og byrjað verður kl. 12.00.

Tá verður oddadystur millum liðini hjá Dánjal Paula Mohr og Allan Dal-Christiansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder