FM kappingin fyri pør varð spæld í Bridgehúsinum fríggjakvøldið 23. apríl og leygardagin 24. apríl.
Spæld vórðu tilsamans 95 spøl, og 20 pør tóku lut í kappingini, sum var jøvn og spennandi, skrivar Føroya Bridgesamband.
Sum vanligt skiftust nógv pør um at leggja seg á odda at byrja við í kappingini. Arne Mikkelsen – Bogi Simonsen, Robert Langgaard – Dia Jacobsen, Mortan Sólheim Thomsen – Holdor Ellingsgaard, Magni Jøkladal – Egil Sondum, og Per Kallsberg – Jóannes Mouritsen skiftust øll um at taka oddasessin fríggjakvøldið.
Sum kappingin leið leygardagin vóru tað tó Arni – Bogi, Magni – Egil, og Per – Jóannes, sum kappaðust um trý tey fremstu plássini. Arne og Bogi lógu á odda tey flestu umførini, men móti endanum, tá ið júst hesi pørini spældu móti hvørjum øðrum, eydnaðist Magna og Egil at taka seg framum og gerast føroyameistarar fyri pør 2021.
Pørini oman fyri miðal í kappingini vóru hesi (miðal er 0, toppur +9 og botnur –9):
1. Magni Jøkladal - Egil Sondum 141
2. Arne Mikkelsen - Bogi Simonsen 123
3. Per Kallsberg - Jóannes Mouritsen 116
4. Dánjal Pauli Mohr - Árni M. Dam 109
5. Rói á Rógvu Joensen - Heðin Mouritsen 71
6. Robert Langgaard - Dia Jacobsen 38
7. Allan Dal-Christiansen - Rúni Mouritsen 23
8. Pól Egholm - Símun Lassaberg 16
9. Leivur Holm - Heini Joensen 13
10. Finn Ougaard - Høgni Jacobsen 8
Meira kunning um úrslit og spøl fæst á www.bridge.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald