23 ára gamli verjuleikarin hjá Brighton, Ben White, er nú vorðin partur av enska hópinum til EM-kappingina, sum byrjar um vikuskiftið. Hann avloysir Trent Alexander-Arnold úr Liverpool, sum er vorðin skaddur.
Ben White kom inn í venjingardystinum hjá Onglandi móti Eysturríki í farnu viku tá Alexander-Arnold gjørdist skaddur. Hetta var fyrstu ferð yvirhøvur, at Ben White spældi ein landsdyst. Hann hevur ongantíð verið innkallaður til ungdómslandslið.
Í gjár spældi hann allan dystin, tá Ongland spældi venjingardyst móti Rumenia. Og í dag boðaði landsliðsvenjarin, Gareth Southgate, so frá, at Ben White verður partur av 26 mans stóra hópinum til EM-kappingina.
Ongland skal spæla móti Kroatia á Wembley leygardagin.
Southgate tók sær góða tíð at gera av, hvør skuldi avloysa Alexander-Arnold í EM-hópinum. Hann kundi eisini velja millum Ben Godfrey úr Everton og James Ward-Prowse úr Southampton, men valið vall á White, skrivar BBC.
Sambært BBC er ensk hópurin enn ikki heilt klárur til EM. Ivasamt er um Harry Maguire úr Manchester United og Jordan Henderson úr Liverpool eru klárir. Henderson spældi annan hálvleik móti Rumenia, brendi eitt brotsspark, og hevur annars ikki spælt síðani eina skurðviðgerð í februar.
Maguire byrjar neyvan móti Kroatia – hann er júst byrjaður aftur eftir ein skaða í øklinum í farna mánaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald