Fótbóltur

Brighton og Chelsea snávaðu á útivølli

Fulham og Southampton gjørdist vinnararnir í gjárkvøldið, tá 5. umfar í Premier fór í gongd. Hinir báðir dystirnir endaðu við javnleiki.

Liðið hjá Thomas Tuchel hevur nú tapt tveir teir síðstu útidystirnar (Savnsmynd - EPA)

Liðið hjá Thomas Tuchel hevur nú tapt tveir teir síðstu útidystirnar (Savnsmynd - EPA)

2022-08-31 12:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 5. umfari í Premier League vórðu leiktir í gjárkvøldið.

Brighton vitjaði í London og hevði har møguleikan at leggja seg á odda í deildini. Men Fulham vildi tað øðrvísi. Serbiski áleyparin Aleksandar Mitrovic er glóðheitur, og hann legði heimaliðið á odda við sínum fimta málið í kappingarárinum, tá tveir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Tíggju minuttir inn í 2. hálvleiki gjørdi Lewis Dunk sjálvmál, og so var 2-0. Brighton minkaði fimm minuttir seinni við brotssparki, men stingini vórðu verandi í vestara parti av London.

Uppflytararnir hava fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið, og liggja í løtuni á 6. plássi. Sjey útav teimum átta stigunum eru komin til høldar á heimavølli. Brighton er í løtuni á 4. plássi.

Chelsea tapti annan útidystin á rað, men tað var Raheem Sterling, ið skoraði fyrsta málið í dystinum - tað var miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og hetta var triðja málið hjá Sterling fyri Chelsea. Tað gingu tó bert fimm minuttir, til heimaliðið javnaði, og í yvirtíðini í fyrra hálvleiki legði Southampton seg á odda, tá Adam Armstrong skoraði. 

2-1 gjørdist eisini endaliga úrslitið, og harvið hava Southampton og Chesea bæði sjey stig fyri fimm dystir nú. 

[object Object]
Toppskjúttin í Championship í fjør, Aleksandar Mitrovic, sló aftur til í gjárkvøldið, og við sínum fimm málum eigur hann stóran leiklut í góðu byrjanini hjá Fulham (Mynd: EPA)

Hinir báðir dystirnir í gjár endaðu við javnleiki.

Wilfried Zaha legði Crystal Palace, ið var omaná, á odda við frálíkum máli í 59. minutti. Tað eydnaðist tó ikki liðnum hjá Patrick Viera at halda fast. Innskifti Yoane Wissa javnaði við stútara í 88. minutti og tryggjaði harvið Brentford, ið var nær við at avgera dystin, ein javnleik.

Í Leeds Anthony Gordon fyrra málið í dystinum. Chelsea hevur verið eftir unga álopskenda leikaranum, ið nú hevur skorað tveir dystir á rað fyri Everton. Heimaliðið javnaði tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, og Leeds er á løtuni á 5. plássi.

Premier League, 5. umfar
Í gjár - Týskvøldið 30.08

Crystal Palace - Brentford 1-1 (0-0)
Fulham - Brighton 2-1 (0-0)
Southampton - Chelsea 2-1 (2-1)
Leeds - Everton 1-1 (0-1)


Í kvøld - mikukvøld 31.08

19.30: 
Arsenal - Aston Villa
Bournemouth - Wolves 
Manchester City - Nottingham Forrest

19.45: West Ham - Tottenham

20.00: Liverpool - Newcastle


Í morgin - hóskvøldið 01.09

20.00: Leicester - Manchester United

Støðan í Premier League: 

1. Arsenal 12 stig  
2. Manchester City 10 stig 
3. Tottenham 10 stig
4. Brighton 10 stig *
5. Leeds 8 stig *
6. Fulham 8 stig * 
7. Southampton 7 stig *
8. Chelsea 7 stig *
9. Brentford 6 stig *
10. Newcastle 6 stig 
11. Manchester United 6 stig
12. Liverpool 5 stig
13. Crystal Palace 5 stig *
14. Nottingham Forrest 4 stig 
15. Everton 3 stig *
16. Aston Villa 3 stig 
17. West Ham 3 stig 
18. Bournemouth 3 stig
19. Wolves 2 stig 
20. Leicester 1 stig

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder