Hondbóltur

Bronsudysturin í sjónvarpinum klokkan 16

31 fyritøkur og fimm kommunur hava fíggjað sjónvarpsrættindini fyri almenna Kringvarpið.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-29 12:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 16 vísir Kringvarpið kortini bronsudystin hjá U21-landsliðnum í hondbólti.

Sjónvarpsrættindini, sum almenna Kringvarpið annars ikki mett seg hava ráð til, eru komin inn frá síðulinjuni. Tað eru 31 fyritøkur og fimm kommunur, sum hava sligið seg saman og fíggjað rættindini og tryggjað, at føroyingar uttan mun til tekniskan førleika, kunnu síggja dystin.

Fólk hava seinastu dagarnar ilskast inn á Kringvarpið, tí almenni public service miðilin ikki vísti dystirnar hjá stórspælandi U21-landsliðnum í HM-kappingini í Pólandi.

Nú eru rættindini har til søguliga bronsudystin móti Svøríki, sum byrjar klokkan 16.

Hesar fyritøkur og kommunu tryggjaðu Kringvarpinum rættindini:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder