Komandi tvær vikurnar er 2. umfar í Europa League á skránni. KÍ hevur tvær ferðir spælt seg víðari í summar; seinni ferð ímóti litaviska Riterai úr Litava, ið KÍ vann ímóti orsakað av regluni um útivallarmál. Dysturin gjørdist tann seinasti hjá litaviska venjaranum. Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at teir bláu og hvítu eru komnir til 2. umfar í evropeiskari kapping. Nú skal KÍ spæla ímóti Luzern úr Sveis.
Les meira: KÍ spældi seg víðari
Sí myndir frá KÍ-fagnaðinum á Svangaskarði
HB fall við æru í Champions League ímóti HJK Helsinki. Eftir 3-0 tap í Finnlandi fekk HB spenning í uppgerðina, tá føroyameistararnir komu á odda 2-0 tíðliga í 2. hálvleiki. Tað endaði tíverri 2-2, men teir reyðu og svørtu fingu nakað av sjálvsáliti undan Europa League-uppgerðini, ið er fyri framman. Lið ið rúka út í 1. umfari í Champions League koma inn í 2. umfar í Europa League.
Les meira: HB skal møta Linfield
At KÍ og HB hava evropeiskar uppgávur ávirkar Betrideildina, ið fer í gongd leygardagin. Júst leygardagin skal HB spæla nú framskundaðan Ólavsøkudyst, og tað er ímillum dystirnar ímóti Linfield. FSF boðaði í gjár frá, at seks dystir eru fluttir - fýra hjá KÍ og tveir hjá HB. Hjá KÍ er fyrst og fremst talan um oddadystir, ið skuldu verið leiktir nú ímóti endanum av juli; grannauppgerð í Gundadali er eisini flutt ein dag:
Broytingar orsaka av Europa League:
15. umfar:
KÍ – B36 útsettur til 21. august
16. umfar:
NSÍ – KÍ útsettur til 18. september
HB – TB framskundaður til 27. juli
17. umfar:
ÍF – KÍ útsettur til 5. august
HB – B36 útsettur til 5. august
19. umfar
KÍ – Skála framskundaður til 17. august
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald