Fótbóltur

Byrja á útivølli móti Estlandi í juni - enda móti Íslandi

Dystarskráin hjá U21 landsliðnum fyri komandi EM undankapping er nú løgd. Seks dystir verða spælir í 2025 og fýra dystir í 2026.

Fyrsti heimadysturin verður í Klaksvík fríggjadagin 10. oktobur, tá Frakland kemur á vitjan, boðar FSF frá (Mynd: Bjarni Enghamar)

Fyrsti heimadysturin verður í Klaksvík fríggjadagin 10. oktobur, tá Frakland kemur á vitjan, boðar FSF frá (Mynd: Bjarni Enghamar)

2025-02-06 17:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgun var lutakastið til undankappingina til EM 2027 fyri U21-landslið.Føroyar komu í bólk C, saman við Frankaríki, Sveis, Íslandi, Luksemborg og Estlandi.

Les eisini: Føroyar í áhugaverdan EM-undanbólk

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at eftir lutakastið setti londini seg saman at samráðast um dystarskránni, sum eftir lítlari løtu varð fingin upp á pláss.

Við henni er greitt, at Føroyar byrja á útivølli móti lægst styrkismetta liðnum, Estlandi, í juni og enda á heimavølli móti Íslandi í oktober 2026. Hesi londini hava Føroyar ongantíð hitt í U21-høpi.

Fyrsti heimadysturin verður í Klaksvík fríggjadagin 10. oktobur, tá Frakland kemur á vitjan. Seinastu U21-liðini hjá londunum hittust, fingu Føroyar eitt minniligt stig (2021 á Ovara vølli)

Seks dystir verða spælir í 2025 og fýra dystir í 2026. 

Dystarskráin 2025
7. juni Estland – Føroyar
4. sept. Ísland – Føroyar
9. sept. Luksemborg – Føroyar
10. okt. Føroyar – Frankaríki
14. okt. Føroyar – Sveis
17. nov. Frankaríki – Føroyar

2026
27. mars Sveis – Føroyar
25. sept. Føroyar – Estland
30. sept. Føroyar – Luksemborg
6. okt. Føroyar – Ísland

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava sáttmála til hesa undankappingina, men nú FSF sum skilst er í samráðingum við Eyðun Klakstein um venjarasessin á A-landsliðnum, er tað heldur óvist, hvussu venjaratoymi hjá U21-landsliðnum fer at síggja út í undankappingini.

Sí eisini: FSF er í samráðingum um ein venjara

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder