Annað

Byrja uppá skjótibreytina á Sandvíkahjalla 28. juni

Endaligur sáttmáli er nú undirskrivaður. Tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðnum, ið skal verða liðugt tann 15. september. Nýggja breytin fer at geva møguleikar fyri altjóða kappingum.

2021-06-04 19:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

 Endaligur sáttmáli er nú undirskrivaður og byrjað verður uppá nýggju skjótibreytina tann 28. juni. Sambært sáttmálanum skal arbeiðið verða liðugt tann 15. september 2021. Tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðnum.

Teir tríggir nevndarlimirnir hjá Byrsumúla, Jón Jacobsen, Jonhard Klettheyggj og Finn Ludvig, fegnaðust um sáttmálan, og at tað nú endiliga røkist fyri eini góðari loysn.

- Tá hetta arbeiðið er liðugt, kunnu vit skipa fyri altjóða kappingum og sum ongantíng skipa fyri eitt nú Oyggjaleikunum. Um umstøðurnar annars vóru til tað í Føroyum, so kundu vit eisini skipað fyri OL-finalunum. Tað vit fáa er eitt ótrúliga gott og modernað skjótiannlegg, sum verður eitt vakurt frítíðarøki og eitt prýði fyri umhvørvið. Hetta fer at lyfta skjótingina upp á altjóða støði. Tað er samstundis soleiðis gjørt, at tað verður lætt hjá okkum støðugt at halda tað reint og ruddiligt, siga vælnøgdu nevndarlimirnir.

Tað vóru Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum udirskrivaðu sáttmálan.

[object Object]
Jón Jacobsen, Jonhard Klettheyggj og Finn Ludvig úr Byrsumúla

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder