Annað

Carlsen endurvann HM

Vann 11. talvið við svørtum fólki og eisini heimsmeistaraheitið.

Við sigri kom Magnus upp á 7,5-3,5 leiðslu og kundi harvið heiðrast sum heimsmeistari fyri 5. ferð (Mynd: EPA)

Við sigri kom Magnus upp á 7,5-3,5 leiðslu og kundi harvið heiðrast sum heimsmeistari fyri 5. ferð (Mynd: EPA)

2021-12-10 16:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðmaðurin Magnus Carlsen er heimsmeistari í minst tvey ár afturat.

Magnus Carlsen endurvann í dag heimsmeistaraheitið, sum hann hevur haft síðan hann í 2013 vann móti táverandi meistaranum, indaranum Viswanathan Anand.

Í dag vann Magnus Carlsen sítt fjóra sigur í 11. talvinum í HM-kappingini móti russaranum Ian Nepominiachtchi.

Eftir 49 leikir mátti russarin leggja kongin. Tá høvdu teir kappast eina góða løtu í endatalvi, har norðmaðurin alla tíðina hevði stóran fyrimun. Tá tað eydnaðist Magnusi at býta eina svarta kvinnu um við frúgv, var bara ein spurningur um tíð til Magnus aftur kundi kalla seg heimsmeistara.

Nepominiachtchi royndi at verja seg eina løtu, men Magnus hevði alla tíðina tamarhald á spælinum.

Tað er rættiliga óvanligt í nýggjari HM-søgu, at sigurin verður vunnin so tíðliga í kappingini, har tað annars verður spælt best av 14 talvum í fyrsta umfari.

Stóra avrikið hjá Magnusi Carlsen á hesum sinni er framvegis sigurin í maratontalvinum í 6. umfari. Eftir henda ósigurin eydnaðist tað ongantíð Nepominiachtchi at koma fyri seg aftur.

Magnus Carlsen, sum er blivin 31 ára gamal, skal verja heimsmeistaraheitið aftur um tvey ár. Komandi ár byrjar kappingin um hvør skal vera avbjóðari tá.

Átta av heimsins bestu telvarum verða við til ta kappingina. Seks teirra eru longu funnir. Teir eru Ian Nepominiachtchi sum verandi avbjóðari, Teimour Radjabov úr Aserbajan, Jan-Krzysztof Duda úr Polen, Sergey Karjakin úr Russlandi, Alireza Firousja úr Fraklandi og Fabriano Caruana. Caruana spældi móti Carlsen um HM í 2018, og Karjakin í 2016.

Teir seinastu tveir telvararnir verða funnir í eini Fide Grand Prix kapping í Berlin í apríl 2022.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder