Ein 13 ára gamal Magnus Carlsen slelkaði talvheimin, tá hann spældi javnt móti Garry Kasparov, sum tá lá nummar eitt í heiminum. Ungi norðmaðurin var við yvirlutan, men Kasparov hálaði ein javnleik heim, og vann næsta talvið.
Hetta var í Reykavík í 2004, men nú hittast teir aftur alment. Hesaferð í talvkapping á netinum.
Garry Kasparov (Mynd: EPA)
Garry Kasparov gavst árið eftir, men Magnus Carlsen hevur síðani gjørt um seg. Síðani 2011 hevur hann verið nummar eitt ár heimsstyrkislistanum. Hann hevur vunnið HM fýra ferðir umframt trý heimsmeistaraheiti í snartalvi og fýra í kviktalvi.
Nú teir hittast aftur er talan um eina kapping við serstøkum reglum. Spælt verður eftir Fischer Random-reglunum, har talvfólkið verður sett tilvildarliga á borðið fyri at fáa eitt meira dynamiskt spæl.
Til ber at fylgja við kappingini, sum byrjar í kvøld og heldur fram til sunnudagin, her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald