Ceferin í øðini inn á lygnararnar í evropeiskum fótbólti

Tey 12 feløgini, ið hava stovnað European Super League, verða møguliga tveitt úr evropeiskum fótbólti longu í hesi vikuni.

Aleksandar Ceferin vitjaði í Føroyum í 2018. Her er hann saman við FSF-forsetanum, Christian Andreasen (Savnsmynd)

Aleksandar Ceferin vitjaði í Føroyum í 2018. Her er hann saman við FSF-forsetanum, Christian Andreasen (Savnsmynd)

2021-04-19 18:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Ikki visti eg, at vit høvdu ormar, sum arbeiddu so tætt inn at okkum.

Formaðurin í evropeisku fótbóltssamgonguni Uefa, Aleksandar Cerefin, var hvassorðaður, tá hann í dag kom við viðmerkingum til ætlanina hjá 12 stórfeløgum í Evropa um at stovna teirra egnu afturlatnu fótbóltsliga.

Á tíðindafundi í dag, legði Uefa-forsetin serliga eftir tveimum persónum, næstformanninum í Manchester United, Ed Woodwaard og Andrea Agnelli, sum er nevndarformaður í Juventus og næstformaður í nýggju liguni við heitinum European Super League.

- Ed Woodward ringdi til mín hósdagin og segði mær, at hann var ógvuliga nøgdur og stuðlaðu okkum fult og heilt í broytingunum í Champions League. Hann hevði eftir øllum at døma tá longu skriva undir upp á okkurt heilt annað.

- Andrea Agnelli er størsta vónbrotið av øllum. Eg havi aldri møtt einum persóni, ið hevur logið so ofta. Tað er ótrúligt, segði Aleksandar Cerefin.

Ætlanirnar um Super League vórðu almannakunngjørdar í gjárkvøldið. Eitt hálvt samdøgur seinni, kunngjørdi Uefa sína umfatandi broyting av Chrmpions League, sum gevur pláss til enn fleiri liðum í fínastu av teimum evropeisku fótbóltskappingunum.

Ein broyting, sum hevur verið leingi ávegis. Og Aleksandar Cerefin var eisini sannførdur um, at hann hevði stuðul frá størstu feløgunum í Evropa.

Tey 12 feløgini, sum nú ætla at gera eina afturlatna liga eru Manchester United, Manchester City, Liverpool, Arsenal, Chelsea, Tottenham, Real Madrid, Barcelona, Atlético Madrid, Inter, Juventus og AC Milan.

Ongi lið úr Fraklandi ella Týsklandi eru við, og tað fegnast Uefa-forsetin um.

- Eg havi møtt nógvum lygnarum í fótbólti og nógvum fólkum, eg havi kunna litið á. Eg líti á feløguni í Fraklandi og Týsklandi, sum hava sagt nei til freistingina. Fótbóltur er ikki bara korruptur. Tað er bara ein lítil partur av fótbóltinum, sum verður stýrdur av grammleika og fólkum, ið ikki hava áhuga fyri øðrum, segði Aleksandar Ceferin.

Tey 12 feløgini aftan fyri Super League, ætla framvegis at fáa trý afturat sum stovnarar av kappingini við føstum atgongumerki til kappingina.

Á tíðindafundinum í dag sesgði Aleksandar Ceferin, at spælarar, sum spæla fyri hesi feløgini, ikki sleppa at spæla við til HM og EM-kappingar.

Formaðurin í danska fótbóltssambandinum DBU, Jesper Møller, sigur við danskar miðlar í dag, at hann væntar, at hesi 12 feløgini longu fríggjadagin verða tveitt úr øllum evropeiskum kappingum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder