- Hetta er næstan sum at traðka inn í eina nýggja tíð fyri kvinnufótbóltin, og hetta ber boð um, at vit veruliga eru á veg fram. Tað er slóðbrótandi og hevur ótrúliga nógv at siga fyri menningina, at so stórar íløgur verða gjørdar í kvinnufótbóltin.
Hetta sigur Anja Rein, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya, við fsf.fo.Hon leggur afturat, at tað eisini er hugagott, at hugsað verður um at lyfta heildina.
Tað sigur starvsnenvdarlimurin í samband við. at UEFA, sum liður í áhaldandi arbeiðnum fyri at menna kvinnufótbóltin í Evropa, fremur grundleggjandi broytingar í Champions League kappingini fyri bestu kvinnuliðini - heilt stóra broytingin snýr seg um peningaligu upphæddirnar, sum liðini í Champions League nú fara at spæla um.
Ragna Biskopstø Patawary hevur spælt 41 Champions League-dystir fyri KÍ, sambært FaroeSoccer (Mynd: Sverri Egholm)
Heimasíðan hjá FSF skrivar, at tað samanlagt verða umleið 178,5 milliónir krónur goldnar út til feløgini - antin sum vinningar ella sum sonevndur solidaritetspeningur. Størstu upphæddirnar fara til liðini, sum koma longst í kappingini, men fyri at gera skipanina burðardygga og mennandi fyri kvinnufótbóltin sum heild hevur UEFA eisini gjørt av at lata solidaritetspening til liðini í bestu deildunum, sum ikki vinna sær luttøku í Champions League.
Fyri føroysku feløgini merkir hetta, at upphæddin til føroyameistaran fyri at luttaka í kappingini verður fleirfaldað, meðan hini liðini í bestu deildini fáa lut í solidaritetspeninginum, sum verður býttur millum meistaradeildirnar í øllum limalondunum.
Harvið fær KÍ nógv meira burturúr at luttaka í Champions League í ár, samstundis sum hini feløgini í Betrideildini fáa eitt stykki av køkuni. KÍ-kvinnurnar hava luttikið í Champions League á næstan hvørjum ári í hesari øldini - útreiðslurnar til ferðing hava leikararnir í stóran mun staðið fyri sjálvar við millum annað luttaselasølu, kappingum, at skaffa stuðlar o.s.fr, tí lítið av inntøkum eru komnar av luttøkuni sum so. Nú verður hetta allarhelst ikki neyðugt longur.
– Fyri føroyameistaran er tað fantastiskt, at tað ikki longur verður fíggjarliga trongt at taka lut í Champions League, men tað er eisini gott at vita, at UEFA eisini tekur hædd fyri hinum liðunum í heimligu kappingini, tí tað kann meira sannlíkt geva eina sunna og mennandi kapping, sigur Anja Rein.
Tveir dystir ístaðin fyri tríggjar
Í fjør spældu føroyameistararnir bert ein dyst - í Oslo móti Vålerenga. Hetta var orsakað av koronustøðuni. Annars er vanligt, at KÍ, og í tveimum førum EBS/Skála, hevur spælt tríggjar dystir í Champions League. Nú verður hetta øðrvísi.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at kappingarliga minnir nýggi leisturin um tað, sum vit kendu áðrenn, har føroyameistarin luttók í innleiðandi bólkakapping móti trimum øðrum liðum.
Í nýggju útgávuni verða fýra lið eisini bólkaði saman í fyrsta umfari, men ístaðin fyri at spæla ímóti øllum hinum liðunum, skulu tey nú fyrst spæla hálvfinalu og finalu ella dyst um triðja/fjórða plássið í bólkaspælinum fyri at staðfesta plaseringarnar. Hetta merkir í stuttum, at innleiðandi bólkaspælið nú fevnir um tveir leikdagar ístaðin fyri tríggjar.
Sum føroyameistari frá í fjør hevur KÍ tryggjað sær pláss í Women’s Champions League í ár. Mótstøðuliðini hjá teimum í fyrsta umfari verða funnin við lutakasti í juni mánaða, og dystirnir verða spældir í august.
Til ber at lesa meira um nýggju útgávuna av Women’s Champions League her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald