Kvinnurnar hjá KÍ hava seinastu dagarnar luttikið í Champions League fyri 21. ferð. Tað er ongantíð eydnast at komið víðari úr slíkum undanbólkum, men KÍ hevur skaffað nógv flott stig í hesari øldini.
Hesaferð endaði tað við tveimum tapum og samanlagt 1-10 í málúrttøku móti ógvuliga sterkari mótsstøðu. Serbiska Subotica gjørdist ein alt ov stórur biti mikudagin, og í gjár vann vertsliðið 3-1 í dystinum um 3. plássið.
HB Køge skoraði øll trý málini í 1. hálvleiki. Tað endaði tó ikki við stórstapi móti trýfaldu donslu meistarunum. Í 2. hálvleiki fekk KÍ einsamalla málið. Tað var innskifta Durita Hummeland, ið sló til, tá ein tími var spældur.
Hagtølini vísa, at heimaliðið var greitt omaná. Tó er tað jaligt, at KÍ megnaði at enda væl í Køge. Liðskiparin og lyklaspælarin Sanna Svarvadal manglaði í kappingini. Hon hevur knæskaða og er heldur ikki tøk til fyrstu Nations League-dystirnar hjá A-landsliðnum.
Subotica vann 2-1 á Kups úr Finnlandi í avgerandi dystinum og fer harvið víðari í Champions League.
KÍ hevur tryggjað sær enn eitt FM-heiti. 7. oktober skal liðið royna at vinna greipuna annað árið á rað og fyri triðju ferð uppá fýra ár. Tá bíðar NSÍ í steypafinaluni.
Fótbóltur
Champions League: KÍ endaði niðast í bólkinum
Tað eydnaðist tó at enda væl. Durita Hummeland skoraði einsamalla málið í 2. hálvleiki móti danska meistaraliðnum HB Køge, ið vann 3-1.
Durita Hummeland gjørdist einasti føroyski málskjúttin í Danmark - hon skoraði móti meistarunum eftir at verða skift inn (Savnsmynd: Sverri Egholm)
2023-09-10 11:30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald