Fótbóltur

KÍ tapti stórt

Heldur ikki í ár eydnaðist tað kvinnunum hjá KÍ at spæla seg víðari í Champions League.

(Savnsmynd : Sverri Egholm)

(Savnsmynd : Sverri Egholm)

2023-09-06 17:41 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Fyri løtu síðani taptu KÍ-kvinnurnar stórt á serbisku meistarunum. Dysturin endaði heili 7-0. 

Støðið uttanlands er væl hægri, enn í heimligu kappingini, og tískil kundi man eisini væntað, at mótstøðan fór at vera hørð. Hvussu hørð, var tó ilt at siga. Eftir dystin ber tó til at staðfesta, at hetta var ein ov stór avbjóðing hjá KÍ. Tískil eydnaðist tað teimum heldur ikki ár at spæla seg víðari í Champions leauge. 

Tað vóru 90 strævnir minuttir hjá KÍ-kvinnum. Longu eftir 19 minuttir løgdu serbisku meistararnar seg á odda 1-0, og tá farið var til hálvleiks, var støðan 3-0. KÍ kláraðu ikki rætta uppá úrslitið í seinna hálvleiki, og tískil gjørdist endaliga úrslitið 7-0. 

Leygardagin skulu kvinnurnar spæla um 3. og 4. plássi í sínum Champions Leauge undanbólki, har tær annaðhvørt møta HB Køge (DK) ella KuuPS (Finnland).


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder