Hetta verður triðju ferð, at Pep Guardiola stendur í einari Champions League-finalu. Í hinum báðum førunum hevur tað verið móti Manchester United við sínum fantastiska Barcelona-liðið (2-0 í Rom í 2009 og 3-1 á Wembley í 2011) Tað eydnaðist ikki hjá katalanska venjaranum at føra Bayern í eina finalu frá 2013 til 2016, men nú - í sínum fimta kappingarári við City, er hann har aftur.
Talan verður eisini um triðju ferð, at Guardiola og Thomas Tuchel hittast sum ávíkavist City-venjari og Chelsea-venjari. Mitt í apríl vann Chelsea 1-0, tá liðini hittust í hálvfinaluni í FA Cup, og tríggjar vikur seinni vann útiliðið 2-1 á Etihad leikvøllinum. Harvið hevur týskarin yvirtakið á Pep í innahýsis dystunum. Tríggjar vikur áðrenn Tuchl tók yvir fyri Frank Lampard vann City 3-1 á Stamford Bridge.
Thomas Tuchel (Mynd: EPA)
47-ára gamli Tuchel hevur longu skrivað søgu í Chelsea. Hann er tann fyrsti venjarin, ið hevur verið í finaluni tvey ár á rað - við tveimum ymiskum feløgum. Hann hevur givið Chelsea nýtt lív, og í kvøld skal felagið royna at vinna kappingina fyri aðru ferð. London-felagið taptu í ensku finaluni í Moskva í 2008 - fyri United eftir brotssparkskapping - men vunnu sera óvæntað eftir brotssparkskapping í Munchen í 2012 á Bayern
Manchester City er á fyrsta sinni í einari Champions League-finalu, og eftir trý meistaraheitið seinastu fýra árini, skal Guardiola á ein hátt seta krúnuna á verkið. City er favorittur í finaluni, ið upprunaliga skuldi spælast í Istanbul, men sum varð flutt til Porto orsakað av koronureglugerðum.
Fyrsta bríksl verður klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald