Fótbóltur

Chelsea og Liverpool nærkast av álvara Champions League-plássi

Chelsea vann lykladystin á Leicester týsdagin, og í gjár vann Liverpool 3-0 í Burnley. Eitt umfar er eftir í Premier League.

Tey vunnu sínar dystir í næstseinasta umfari og hava nú lagnuna í egnum hondum undan seinasta umfari (Mynd: EPA)

Tey vunnu sínar dystir í næstseinasta umfari og hava nú lagnuna í egnum hondum undan seinasta umfari (Mynd: EPA)

2021-05-20 14:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár og týsdagin varð næstseinasta umfar í Premier League leikt.

Í gjár - mikudagin 19/5
West Bromwich - West Ham 1-3
Burnley - Liverpool 0-3
Crystal Palace - Arsenal 1-3
Tottenham - Aston Villa 1-2
Newcastle - Sheffield United 1-0
Everton - Wolves 1-0

Týsdagin 18/5
Chelsea - Leicester 2-1
Brighton - Manchester City 3-2
Southampton - Leeds 0-2
Manchester United - Fulham 1-1


Eitt, sum var heilt serligt við umfarinum, var, at áskoðarar vóru aftur til staðar - tó var ikki fult kring leikvallirnar. 

Áskoðarnir hjá Brighton kundu fegnast um, at liðið basti meistarunum, ið spældu við tíggju monnum leingi. Á Old Trafford skoraði Edinson Cavani eitt sera hegnisligt mál í sínum fyrsta dysti frammanfyri United-áskoðarunum, men niðurflutta Fulham megnaði at javna seint í dystinum. United endar á 2. plássi.

Stóri dysturin týskvøldið var tó á Stamford Bridge. Hetta var ein endurtøka av FA Cup finaluni leygardagin. Tá vann Leicester 1-0 og skrivaði harvið søgu. Tó var týskvøldið ikki eins gott í London fyri Brandan Rodgers og hansara menn.

Chelsea var greitt omaná leingi og fekk tvey mál kolldømd fyri steðgin. Tað bragdaði beinanvegin í 2. hálvleiki, tá Antonio Rüdiger skoraði í samband við hornaspark. Miðskeiðis í hálvleikinum økti Jorginho við tryggum brotssparki, og so var málið hjá Kelechi Ihenachio ikki nóg mikið hjá Leicester, ið nú eru á veg at tveita eitt Champions League-pláss burtur annað árið á rað.

Liverpool hevur valt røttu tíðina at raka formin. Í gjárkvøldið vann liðið hjá Jürgen Klopp 3-0 í Burnley, og yvirhálaði harvið Leicester og tók 4. plássið. Liðini hava 66 stig hvør, men Liverpool hevur betri málúrttøku - hevur skorað fýra mál fleiri.

Hetta merkir, at Leicester hevur tørv á hjálp frá Roy Hodgson og hansara monnum sunnudagin - í seinasta dystinum við Hodgson á odda vitjar Crystal Palace á Anfield - ella Aston Villa, ið tekur ímóti Chelsea. Leicester tekur ímóti Tottenham, ið spælir fyri at koma í UEFA Conference League, og sum kann koma á Europa League pláss, um West Ham tapir fyri Southampton. 

Um Chelsea endar uttanfyri topp-fýra hevur liðið eina eyka møguleika: At vinna Champions League-finaluna á Manchester City um níggju dagar.

1. Manchester City 83 stig (Meistari)
2. Manchester United 71 stig (Champions League-pláss og silvur)
3. Chelsea 67 stig (Gevur Champions League-pláss og bronsu)
4. Liverpool 66 stig - +24 (Gevur Champions League-pláss)
5. Leicester 66 stig - +20 (Gevur Europa League pláss)
6. West Ham 62 stig  (Gevur Europa League pláss)
7. Tottenham 59 stig (Gevur Conference League pláss)
8. Everton 59 stig

Lykladystir í 38. og seinasta umfarinum
Sunnudagin 23.05

Aston Villa - Chelsea
Leicester - Tottenham
Liverpool - Crystal Palace
Manchester City - Everton 
West Ham - Southampton

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder