Yvir sekstan 1/16 finalur skulu 16 tey seinastu liðini í Europa League finnast. Fyrru uppgerðirnar skuldu avgreiðast hesa vikuna. 15 dystir vóru á skránni í kvøld.
Chelsea tapti heili 6-0 í Manchester sunnudagin. Í dag var liðið í Malmö, har Chelsea fekk tvey útivallarmál. Ross Barkely og Oliver Giroud syrgdu fyri, at enska liðið vann 2-1, og nú liggur sera væl fyri til at koma víðari.
Í Glasgow vann Valencia og er væl á veg víðari. Tað er Napoli eisini, eftir at italienska liðið vann 3-1 í Sveis, uttan Marek Hamsik sum er á veg til Kina.
Úrslitini í dystunum ið byrjaðu kl.20.00:
Celtic - Valencia 0-2 (0-1)
Club Brügge - Salzburg 2-1 (0-1)
FF Malmö - Chelsea 1-2 (0-1)
Viktoria Plzen - Dinamo Zagreb 2-1 (0-1)
Shahktar - Frankfurt 2-2 (1-1)
Sporting Lissabon - Villareal 0-1 (0-1)
Zürich - Napoli 1-3 (0-2)
Úrslitini fyrr í kvøld:
BATE - Arsenal 1-0 (1-0)
Galatasaray - Benfica 1-2 (0-1)
Krasnodar - Leverkusen 0-0
Lazio - Sevilla 0-1 (0-1)
Olympiakos -Dynamo Kiev 2-2 (2-1)
Rapid Wien - Inter 0-1 (0-1)
Rennes - Betis 3-3 (3-1)
Slavia Prag - Genk 0-0
Les eisini: Arsenal fekk ikki nakað gott útgangsstøði
Týsdagin vann Fenerbache 1-0 á heimavølli ímóti Zenit.
Fótbóltur
Chelsea reisti seg í Malmö
Liðið hjá Sarri greiddi sína skyldu í Svøríki og er á veg víðari. 15 dystir í Europa League eru leiktir í kvøld.
Giroud og Barkley; málskjúttarnir hjá Chelsea í Svøríki í kvøld (Mynd: EPA)
2019-02-14 22:30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald