
Tann fyrsta av fýra hálvfinalum í Champions League 2020/2021 varð leikt í Madrid í gjárkvøkldið.
Tað var útiliðið, ið kom best frá byrjan, og í 14. minutti legði Christian Pulisic Chelsea á odda. Eitt korter seinni fekk Karim Benzema javnvág í. Einki mál afturat kom í dystinum, og harvið hevur liðið hjá Thomas Tuchel ein ávísan fyrimun undan seinnu uppgerðini, sum verður í London mikukvøldið 5. apríl. Útivallarmálið kann fáa stóran týdning. Chelsea hevði ein risa møguleika at fáa eitt afturat, men Timo Werner misnýtti hann.
Í kvøld spæla tvey av teimum heilt ríku, PSG og Manchester City, fyrru hálvfinaluna. Hon verður í París, og har er lagt upp til stóran spenning.
Champions League hálvfinalur (fyrru)
Týsdagin 27.04
Real Madrid - Chelsea 1-1 (1-1)
14' Christian Pulisic 1-0
29' Karim Benzema 1-1
Mikudagin 28.04 (kl.20.00)
PSG - Manchester City
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald